Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Allur føroyskur laksur hjá Bakkafrost er nú ASC-góðkendur.

ASC stendur fyri Aquaculture Stewardship Council, sum er eitt slag av góðskustempli, á sama hátt sum Marine Stewardship Counsil er fyri uppsjóvarfisk.

- Við okkara serstaka laksi í heimsflokki, okkara smidligu virðisketu, vaksandi tøkunøgd og jaligu marknaðarútlitunum fyri 2021, meta vit at Bakkafrost er í einari framúr góðari støðu, sigur Regin Jacobsen, stjóri, í tíðindaskrivi sum varð sent út í morgun.

Bakkafost setti sær í 2013 fyri at allur laksurin skuldi vera ASC góðkendur, og hóast tað hava verið nógvar avbjóðingar á vegnum, so er nú lukkast at koma á mál.

- Síðan tá hava vit arbeitt miðvíst at náa hesum máli og hava tillagað virksemið og ment okkara førleikar. Eg eri tískil sera errin av avrikinum hjá starvsfólkum okkara, og tað frøðir meg at kunna boða frá , at vit hava nátt málinum, sigur Regin Jacobsen.

Hann sigur, at Bakkafrost er einasti alari í heiminum sum hevur øll síni aliøki ASC-góðkend.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo