Í hvørjari sál er ein tosti eftir eydnu og meining við lívinum
- Thomas Aquinas

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Viðgerð fyri krabbamein er batnað nógv seinastu árini og alsamt fleiri gerast frísk, men kortini eru tað fleiri, sum fáa seinfylgjur av sjúkuni og viðgerðini. Fylgjur, ið eisini kunnu vísa seg nógv ár seinni, og sum kunnu vera til stóran ampa.

Krabbameinsfelagið skipar tí fyri fyrilestrum um evnið.

Fyrilestrarnir verða hósdagin 26. oktober á Parnassinum á Hotel Hafnia í Tórshavn.

Fyrri fyrilesturin er kl. 14-16. Hann er fyri heilsustarvsfólk, sum í sínum starvi koma í samband við krabbameinssjúklingar og teirra avvarðandi.

Seinni fyrilesturin er kl. 19-21. Hann er almennur og er ætlaður teimum, sum hava seinfylgjur av krabbameinssjúku og krabbameinsviðgerð, umframt øllum øðrum áhugaðum.

Fyrilestrarhaldari er Cecilie E. Kiserud, yvirlækni og serfrøðingur í onkologi. Hon er leiðari fyri ‘Nasjonal kompetansetjeneste for seneffekter etter kreft’ á Oslo Universitetssykehus. Hon hevur í nógv ár arbeitt á júst hesum øki.

Vinaliga boða frá luttøku á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf(at)krabbamein.fo, so vit vita á leið, hvussu nogv koma.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo