Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Almennu útreiðslurnar vóru 12 milliardir krónur í 2022. Í útgreiningini av útreiðslunum sæst m.a., at slakar tvær milliardir krónur vóru nýttar innan 'aldurdóm' og 1,4 milliardir vóru nýttar innan 'flutning'.

Eftir eitt ár við minking í almennu útreiðslunum, øktust útreiðslurnar í 2022 við 2,7 prosentum sammett við 2021. Almennu útreiðslurnar vóru góðar 12 milliardir krónur í 2022, sum er 300 milliónir krónur hægri enn í 2021.

Almennu útreiðslurnar verða býttar á tíggju yvirskipað virkisøki. Flestu útreiðslurnar eru til 'almannavernd' sum m.a. fevnir um útreiðslur ísv. aldurdóm, familju og børn, sjúku og avlamni og arbeiðsloysi. Útreiðslurnar til 'almannavernd' vóru góðar 4,3 milliardir krónur í 2022. Næstflestar eru útreiðslurnar innan virkisøkið 'búskaparviðurskifti' har undirbólkurin 'Flutningur' telur sløk 70 prosent. Útreiðslurnar til 'búskaparviðurskifti' vóru góðar tvær milliardir krónur í 2022 harav 1,4 milliardir krónur vóru til 'flutning'.

Tvey virkisøki eru, sum ikki hava fingið lut í øktu útreiðslunum. Útreiðslurnar til 'Heilsu' og til 'Lóg og trygd' eru minkaðar við ávikavist 106 og 29 milliónum krónum samanborið 2021.

Les meira her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo