Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit, ein bólkur av avvarðandi, vilja vera við til at geva yvirskipaða frágreiðing um mannarættindastøðuna í Føroyum. Tað sum fyllur mest fyri okkara bólk er Sáttmálin um rættindi hjá børnum og Sáttmálin um at verja allar persónar frá tvungnari hvørving.

Vit royna at miðja eftir, at okkara frágreiðing um føroysk barnaviðurskifti er tilevnað við støði í almennari hoyringstilgongd við virknari luttøku frá sivilsamfelagnum, har borgarin fær høvi at koma við egnari meting av, hvussu mannarættindastøðan er í Føroyum.

Endamálið er at royna at virka fyri, at Føroyar veitur sínum borgarum ásettu mannarættindi, bæði í lóg og í verki.

Bólkurin, Verjið børnini ímóti barnaverndini, er samdur um og metir ikki tað er okkara uppliving, at hetta verður framt í verki.

Lat okkum byrja við at vísa á Sáttmálan um rættindi hjá børnum:

Inngangur: "eru sannførd um, at húskið sum tann støðisliga eindin í samfelagnum og natúrligur karmur, um vøkstur og trivnað hjá øllum húsfólkunum og serstakliga børnunum eigur at fáa neyðuga vernd og hjálp, soleiðis at tað til fulnar er ført fyri at átaka sær sínar skyldur í samfelagnum, viðurkenna, at fyri at persónmenska barnsins skal kunna mennast fult og heilskapað, eigur tað at vaksa upp saman við næstingum sínum, í einum anda av gleði, kærleika og sátt og semju."

Hetta ljóðar sera gleðiligt, men almennu tølini yvir burturflutt børn í Føroyum siga, at Føroyar ikki yvirheldur so mikið sum inngangin til sáttmálan.

Grein 3,3: "Luttakaralondini skulu tryggja, at stovnar og tænastur, ið hava ábyrgd av at hava umsorgan fyri ella skulu verja børnini, eru í samsvari við tey aðalkrøv, sum skikkaður myndugleikar hava ásett, serstakliga við atlitið at trygd, heilsu, starvsfólkatalið og starvsfólkaførleika og harumframt serkønari umsjón."

Vit sum bólkur seta spurnartekin við, um ófaklærdir vikarar vera av luttakaralondunum mett, sum skikkað og serkøn, herundir kann av bólkinum staðfestast, at málsviðgerar, útdeila diagnosur, sum blanda bomm til brúkarir.

Grein 6,2: "Luttakaralondini skulu í størstan møguligan mun tryggja, at barnið livir og mennist."

Mong foreldur seta prís uppá innlit, fyri yvirhøvur at vita, UM barnið yvirhøvur er á lívið.

Grein 7,1: "Barnið skal skrásetast beint eftir,  at tað er borið í heim, og tað skal frá føðing hava rætt til eitt navn, rætt til at eiga ríkisborgaraskap og í tann mun tað ber til, rætt til at kenna foreldrini og verða ansað av teimum."

Bólkurin vil her gera vart við, at uppá bara eina viku vóru 6 børn tikin av føðideildini, uttan ein bókstavur av hesum rættindum var virdur. Tað er at finnast at og ynskja vit tí at krevja, at hetta má Føroyar hartast fyri.

Grein 9,1: "Luttakaralondini skulu tryggja, at barnið ikki verður umsorganaryvirtikið móti foreldranna vilja, uttan tá ið skikkaðir myndugleikar, hvørs avgerðir kunnu roynast av hægri myndugleika, í samsvari við galdandi lógir og siðvenju avgera, at tað er neyðugt fyri at verja barnsins tørv. Ein slík avgerð kann vera neyðug í serstøkum førum, t.d. um foreldrini eru misnýtarar ella barnið verður vanrøkt, ella um foreldrini búgva hvørt sær, og støða skal takast til, hvar ið barnið skal hava bústað." 

Hetta meta vit sum bólkur má rættast. Ofta er bert annað av foreldrunum misnýtari og tá skal tað foreldrið út úr heiminum og ikki barnið. Vanrøkt er eisini eitt ov lagaligt orð.  At gloyma at klippa neglirnar á barninum í nakrar dagar kann teljast sum vanrøkt. Tað er ikki orsøk til at skræða tað úr heiminum. Betur er at fáa ein persón til at koma av og á at røkja barnið. Tað má verða um prógv er fyri at barnið antin er fyri harðskapi ella seksuelt misnýtt av báðum foreldrunum. Um tað bert er tað eina foreldrið, SKAL barnið kunna verða hjá tí fungerandi foreldrinum  í heiminum, so tað ikki fær kensluna av, at tað er barnið sum hevur gjørt eina brotsgerð.

9,3: "Luttakaralondini skulu virða rættin hjá barni, ið ikki fær verið hjá øðrum av foreldrunum ella báðum foreldrum, tí tað er umsorganaryvirtikið, at varðveita støðugt persónligt og beinleiðis samband við bæði foreldrini, uttan tá ið hetta er í andsøgn við barnsins tørv.."

Hetta verður ikki fylgt upp í Føroyum.

Grein 11,1: "Luttakaralondini skulu seta tiltøk í verk fyri at royna at forða fyri, at børn ólógliga verða flutt í onnur lond og ikki koma heim aftur."

Tað er skipanin í Føroyum, sum rænur flest børn og hevur - í tráð við lógina, loyvi til, at seta børn hvar enn teimum lystir, hetta uttan kunning ella samstarv á nakran hátt við avvarðandi, hóast júst tann parturin stendur í lógini.

Grein 14,2: "Luttakaralondini skulu virða rættindi og skyldur hjá foreldrum, og um tað er galdandi verjum, til at á ein hátt, sum svarar til støðugu menningina av førleikum barnsins, at geva barninum leiðreglur um at útinna sín rætt."

Hetta virðir Føroyar ikki.

Grein 16,1: "Einki barn eigur at verða fyri tilvildarligari ella ólógligari uppílegging í síni persónligu viðurskifti, heimalív, heim ella brævaskifti, ei heldur fyri æruskemd ella útspilling."

Tá børn tosa við barnavernd um til dømis happing millum vinfólk vendir barnaverndin trupulleikanum til, at tað er barnafamiljan sjálv, sum hevur trupulleikar.

2: "Barnið hevur rætt til lógarvernd fyri slíkari uppílegging ella ágangi." Váttan um, at Pólland er av teirri áskoðan, at rættindi hjá einum barni, sum tey eru lýst í sáttmálanum, serstakliga grein 12 til 16, skulu útinnast við virðing fyri foreldramyndugleikanum í samsvari við pólskar siðir og siðvenju í tann mun, tað viðvíkur barnsins plássi í og uttan fyri húskið."

Løgreglan er partur av skipanini, sum burturflytur føroysk børn fullkomiliga uttan atlit fyri, hvat foreldramyndugleiki ella børn meta.

Grein 18, 2: "Fyri at tryggja og fremja tey rættindi, sum eru umrødd í hesum sáttmála, skulu luttakaralondini veita foreldrum og verjum nøktandi stuðul, tá ið tey útinna sínar skyldur sum barnauppalarar og skulu tryggja, at stovnar, skipanir og tænastuveitingar til barnaumsorgan verða ment."

3: "Luttakaralondini skulu seta øll hóskandi tiltøk í verk fyri at tryggja, at børn hjá foreldrum, ið arbeiða, hava rætt til at fáa gagn av teimum umsorganartiltøkum fyri børn, sum tey hava rætt til."

Hetta hevur bólkurin prógv um, verður ikki fylgt í Føroyum.

Grein 20,3: "Slík umsorgan kann m.a. fevna um at seta barn til fosturs, Kafalah eftir islamiskari lóg, ættleiðing ella um neyðugt at seta barn á hóskandi stovnar fyri børn. Tá ið mett verður um møguligar loysnir, skal havast hóskandi fyrilit fyri, at ynskiligt er, at samanhang er í uppvøkstri barnsins og fyri tjóðfrøðiliga, átrúnaðarliga, mentanarliga og málsliga bakstøði barnsins."

Hetta er fyrsta val Føroyska skipanin velur fram um stuðul og hjálp til heimið. Eftir lógini og eftir sáttmálanum er hetta ikki fremsta mannagongd.

Grein 23,1: "Luttakaralondini viðurkenna, at eitt barn, ið ber sálarligt ella kropsligt brek, eigur at hava eitt ríkt og virðiligt lív í korum, sum tryggja virðileika, stimbra sjálvsálitið og gera sítt til, at barnið kann taka virknan lut í samfelagslívinum."

Bólkurin veit, at børn á døgnstovnum hava mist sína familju, vinfólk og eru givin at ganga í skúla. Tey taka uppá og síggja ósunnari út, enn tá tey høvdu familju, vinfólk og dagliga skúlagongd við tí sosiala innihaldið sum hesi trý hava.

2: "Luttakaralondini viðurkenna rættin hjá barni, ið ber brek, til serliga umsorgan og skal innan fyri karmarnar av tí orku, sum er til taks, arbeiða fyri at tryggja tí barninum, ið hevur rættin, og teimum, sum hava ábyrgd av barnsins umsorgan, tann stuðul, sum søkt verður um, og sum er rímiligur við atliti at støðu barnsins og umstøðunum hjá foreldrunum ella øðrum, sum ansa barninum."

Bólkurin vísur á, at hesi børn ikki longur røkta sínar tenn, møta upp til regluligu árligu tanneftirlitið, ella møta til terapitímar á sálarfrøðisliga deplinum.

3: "Í ásannanina av at eitt barn, ið ber brek, hevur serstakan tørv, skal stuðul, sum verður veittur sambært stk. 2, vera ókeypis, tá ið tað er gjørligt, við tað at fyrilit verður havt fyri fíggjarligu orku foreldranna ella fíggjarligu orkuni hjá øðrum, ið ansa barninum, og skal hann evnast soleiðis til, at hann tryggjar, at barnið, ið ber brek, til fulnar hevur atgongd at og tekur ímóti frálæru, útbúgving, heilsurøkt, endurbúgving, fyrireiking til arbeiðslívið og møguleikum fyri frítíðarítrivi, alt á ein hátt, sum í best møguligan mun gagnar barnsins sosialu tillaging og persónligu menning, m.a. barnsins mentanarligu og andligu menning."

Óansæð um barnið býr heima, til fosturs, ella á stovni, er tað famlijan sjálv, sum verður kravd at gjalda fíggjarliga og á annan hátt, og ofta fyri loysn eingin í familjuni hóvar ella verða hjálpt av á nakran hátt.

Grein 24,1: "Luttakaralondini viðurkenna barnsins rætt til best møguliga heilsustøðu, hava rætt til at fáa sjúkuviðgerð og til at fáa heilsubót. Luttakandi lond skulu miða ímóti at tryggja, at rætturin til at fáa slíka viðgerð og røkt ikki verður tikin frá nøkrum barni.(e) at tryggja, at allir bólkar í samfelagnum, serstakliga foreldur og børn, fáa kunning um og kunnu fáa frálæru í og verða stuðlað til at nýta støðisliga vitan um barnaheilsu og -føðslu, fyrimunirnar við bróstageving, heilsufrøði og reinføri og at fyribyrgja óhappi; (f) at menna fyribyrgjandi heilsurøkt, ráðgeving til foreldur, og harumframt frálæru og stuðul í sambandi við barnaavmarking."

"Váttan viðvíkjandi grein 24, (f), um, at spurningar, ið einans snúgva seg um barnaavmarking er eitt foreldramál, sum skal fara fram í samsvari við siðfrøðiligar og siðalagsligar meginreglur. Tað verður staðfest, at tað er landsins skylda at syrgja fyri at leiðbeina foreldur og veita teimum útbúgving, so tey kunnu taka sær av børnunum á ábyrgdarfullan hátt."

Her má bólkurin enn einaferð staðiliga minna á at umleið eitt barn um dagin verður tikið við føðing, umleið 2 børn um døgnið vera tikin regluliga og at hesi ikki koma hvørki til tannrøkt ella í skúla.

Grein 26,2: "Stuðul eigur at verða veittur, tá ið tað verður mett at vera hóskiligt, og skal tað gerast við fyriliti fyri fíggjarligu umstøðunum og øðrum umstøðum hjá barninum og teimum, sum hava ábyrgdina av at uppihalda barninum, og fyri øllum øðrum viðurskiftum, ið hava týdning, tá ið barnið søkir um almannahjálp ella søkt verður vegna barnið."

Her vísur skipanin umgangandi á, at eingir møguleikar eru fyri at náa basalum tørvið hjá Føroya børnum og í sama andadrátti vísa tey á, at tað einasta tey vilja hjálpa við, er at seta børn til fosturs.

Grein 27,3: "Luttakaralondini skulu í samsvari við landsins viðurskifti og eftir førleika og fíggjarorku gera hóskandi tiltøk fyri at stuðla foreldrum og øðrum við ábyrgd av barninum við at seta í verk henda rætt og skulu, um tørvur er, veita hjálpartól og evna til stuðulsætlanir, serstakliga viðvíkjandi kosti, klædnabúna og bústaði."

Bólkurin vil vísa á at hetta livur Føroyar als ikki upp til og vísa vit á, tær mongu heimleysu barnafamiljurnar og fleiri barnafamiljur sum gista á herbergi, sum ikki er til barnafamiljur.

Grein 41: "Einki í hesum sáttmála skal ávirka nakra áseting, sum betur fremur barnsins rættindi og sum kann vera partur av: (a) lóggávuni hjá einum luttakaralandi, ella (b) altjóðarættinum, sum er galdandi fyri landið."

Bólkurin lesur hetta sum Barnaverndarlógin er undir hesum treytum, tó sæst tað illa aftur í lógini og als ikki í mannagongdini, sum vit vóna verður endurhugd, harta og send til hús.

Sáttmálin um at verja allar persónar frá tvungnari hvørving
Altjóða semjan um at verja allar persónar frá tvungnari hvørving var samtykt av ST aðalfundinum 20. desembur í 2006.

Føroyar eru ikki fevndar av sáttmálanum. Bólkurin vil hervið áleggja Føroyum umgangandi at gerast partur av hesum limalondum.

Vit, sum bólkur meta, tað er sera átroðkandi neyðugt og meta hetta: at Føroyar ikki eru partur av hesum týdningarmikla samstarvið, vísur, hvussu ræðandi aftarliga og einaráðandi skipanin, nevniliga barnaverndin, sum hevjar seg yvir allar aðrar skipanir, so sum ser/læknavitan, sálarfrøði og løgfrøði og sum uttan at nakar setur spurnartekin við, sleingir pástandir, sum ikki kunnu prógvast av nevndu servitan, til dømis Høvuðsbarnavernd og Føroya Rætt og har pástandir vera brúktir uttan nakað prógv er funnið og altíð í einum sera niðrandi negativum hátti, har ikki eitt positivt orð kann finnast og har einki uppbyggjandi verður víst á.

Foreldur kenna ikki síni egnu børn aftur í tulkingini, sum verður lisin upp og sum kemur at standa fimm ár aftaná eins egna deyða ella sakin er á onkran hátt enda aftaná barnsins 18. ár. Tað er ræðandi.

Kommunur hava eldraráð og ungdómsráð, men kommunur hava einki foreldraráð, einki brúkaraumboð, ongan sjálvhjálparbólk og heldur ongan sorgarbólk til hesar kreppuraktu barnafamiljur, sum vera sorlaðar av einari kreppu og sorg, sum er ógjørlig at yvirliva, men sum má rúmast, fyri at kunna reisa seg enn einaferð meira enn man verður sligin niður, av einari skipan, sum umsorganarsvíkur meira enn nakar annar og sum jarðar menniskju livandi í tyngjandi strongd - sum so eisini kann brúkast ímóti einum og sum so verður notera, sum enn eitt punkt á langa negativa listanum, sum teir fimm ússaligu tímarnir, summi av barnafamiljulimunum fáa, aldrin kunnu muna á nakran hátt.

Niðurstøða: Tískil metur bólkurin, at stórar avbjóðingar standa fyri framman, men vóna vit, at loysn kann fáast á, sum skjótast. Vit eru fleiri, eisini myndugleikar uttanfyri bólkin, politikarar og fakfólk yvirhøvur, her undir tey fakfólk, sum eru givin at gera brúk av barnaverndini, sum meta, at loysnin er eitt millumlið.

Vit meta tað er sera stórur tørvur á einum millumliðið.

Hóast barnaverndin er at meta sum neutrali parturin, er tað sera trupult at fá eyga á, út frá tí tey skrivliga leggja eftir seg.

Millumliðið kann vera foreldur, námsfrøðingar, sálarfrøðingar og familjuráðgevar, ikki tengdir at barnavernd, men sum gera tilmælir til barnavernd, saman ella hvør sær. Vit vita, at okkurt líknandi er til og kallast høvuðsbarnavernd, barnaverndarstova og barnahúsið, men hesi eru alt ov tætt í dansið við barnaverndir og slúka hvørjum orðið rátt, av útslongdum ófantaligum pástandum frá barnavernd uttan nakra sum helst víðari kanning.

Um so er, at hetta er lógligt, so má tað broytast til bata fyri barnafamiljurnar, tí sum nú er, eru barnaverndir vandamiklar og haft um beini hjá teimum, sum tørva hjálp.

Sjálvhjálparbólkar kunnu í hesum føri seta orð á tað sorg børn og vaksin fara ígjøgnum.

Orsøkin til at bólkurin metur tørvur er á sjálvhjálparbólkið er, tí vit mugu læra at steðga hesum manipulerandi handlingum.

Vit skulu handfara valdstvídráttum. Tað snýr seg í stuttum um, at betra okkara evnið at samskifta klárt og róligt.

Vit vita, at ein góður málsviðgeri ella sosialráðgevi tosar bæði við foreldur og fosturforeldur ella onnur knýtt at skipannini, men vit kunnu prógva, at tað nærum eksistera ikki slíkir og at barnaverndin megnar ikki at vera objektiv í nóg stóran mun.

Vit meta hvørki lógin, ella barnaverndir generelt, arbeiða fyri barnafamiljur. Vit meta málsviðgerar generelt ikki megna uppgávuna, sum er teimum álagt og hava vit óteljandi dømi at vísa á, at so er og vilja vit sera fegin práta um hetta. 

Vit meta málsviðgerar ikki ána hvat skal gerast í støðum teir vera settir í og tískil valdsmisnýta teir púra uttan hugflog um og umaftur somu grein, nemliga grein 16.

Vit eru ótrúliga ymisk í bólkinum, børn, vaksin, foreldur, systkin, ommur, abbar, vinfólk, og tó hava vit øll somu søgu, um somu paragraf. Tí føla vit okkum noydd til, at gera vart við skipanina og hvussu brúkarin metir skipanina vera her í Føroyum.

Menniskju í sjokk skulu ikki bara fyrihalda seg til at missa eitt barn, men eisini at noyðast at seta seg inn í løgfrøði og rættarmál. Hetta samstundis sum tað skal minnast til tannlæknatíðir, heppa til hondbóltsdystir, fara til arbeiðis og bara yvirhøvur halda seg á lívi, hóast djúpa sorg. Hetta verður ikki forvænta, ella kravt av barnafamiljum, sum á annan hátt missa familjulim, til dømis til deyðan, also tað, at skula prógva seg og taka førleikakanning undir strongdarfullum tíðarpressi.

Tað kann ikki verða nøktandi at tá man biður um hjálp frá Sernám, verður man skrásettur hjá Barnaverndini.

Ella, tá eins lækni viðmælir sálarfrøðing, ella søkjast skal um serskúlatilboð, skal tað ganga ígjøgnum barnavernd.  Vit mugu velja, at hava álit á foreldrum so mikið, at tey flestu ikki passa inn í tey ekstremu. Vit mugu smíða lóg, so pláss er til, at tey ekstremu kunnu vera serliga tikin hond um. Tikin hond um, sum í, stuðul til heimið, ikki tikin hond um, sum í: antin gert tú sum vit siga, ella taka vit barnið hjá tær.

Tað er okkurt fátækt og heilt galið við eini skipan sum aftur og aftur brúkar sama trumf, nemliga: vit taka barnið hjá tær.

Tó, aftaná at hava kannað almennu tølini fyri hvat kostar meira, at taka børn, ella at seta hjálp inn í heimið, so er skilligt, at tey velja loysnina, sum er best fyri kommununa.

Ein barnafamilja, sum kemur í klørnar á barnavernd kemur í svára kreppu, tí er neyðugt, at hava greið mál, at fáa forklára um og umaftur tað familjan ikki skilur, fáa góða vegleiðing frá góðum tvørfakligum toymi, á sama hátt sum barnaverndin kann gera brúk av advokati og ørðum.

Umboð fyri barnavernd sita í nevndini hjá Sernám, skúlum, ssp og hava møguleika at innheinta fleiri upplýsingar enn vanlig foreldur kunnu.

Sernám er til børn, sum eru øðrvísi og ikki børnum frá umsorganarsviknum heimum.

Har MÁ skiljast munur á.

Fyri ikki so langari tíð síðan vóru nógvar familjur ið vóru meldaðar til barnaverndina, hvar tað síðan vísur seg at barnið hevði autismu og ikki var umsorganarsvikið. Tíverri eru fleiri aðrar sjúkur, herundir adhd, ið verða mistiknar fyri tekin um umsorganarsvik.

Ein barnafamilja má ikki fáa tað verri, tí einki netverk er, sum dugur at stuðla tá eingin skilur mannagongdina hjá barnaverndum. Ynskiligt er, at tá ein barnavernd verður tilkallað og tildømis skal hjálpa foreldrum at koma fyri seg eftir sjúku, at nakað munagott hendur, tó eru eingi slík dømi at finna.

Heldur ikki fær tað fylgir á nakran hátt, hvørki við skrivligari átalu, almennari umbering, ella burturvísing av barnavernd og/ella málsviðgerum, um tað, sum familja biður um hjálp til, ikki verður gjørt, hóast lovað.

Heldur hinvegin er upplivingin, at so skjótt barnið er skrætt heimanifrá, missur familjan hjálpina í til dømis heiminum og barnið tí ikki kann flyta heimaftur vegna nettupp vantandi hjálp til heimið frá barnavernd.

Barnaverndin verður ikki brúkt sum fyribyrgjandi hjálp ella eldsløkkjari, men heldur hinvegin til at bera eyka brenni á bálið so allir trupulleikar kunnu upplýstast og barnaverndin sjálv kann standa sum svartir skuggar har barnafamijan mitt í eldinum rópar um hjálp, men eingin hoyrur, tí barnaverndin klappar at sær sjálvum fyri sera væl útført arbeiði enn einaferð.

Eingin talar at og eingin steðgar barnaverndini.

Um fakfólk tala at, og nokta at gera brúk av skipan, vera tey hótt við fongsul.

Heldur ikki kundi Barnaverndin funnið uppá at arbeitt við heimsendan, tey arbeiða ikki positivt fyri foreldrini sum lógin sigur, tey leggja press á foreldrini, so tey ikki hava møguleika hvørki at gera nakra framgongd ella tora at mótmæla.

Vit vilja seta sjóneyku á at Barnaverndin í Føroyum ger akkurát sum tey vilja, tey brúka sítt vald til at trýsta børn og familjur niður, har er eingin hjálp at heinta. Tey børn og teirra familjur sum koma hartil verða ongantíð aftur viðgjørdar positivt.

Tíðin er komin at tala at.

Barnaverndin má hugsa nýtt um barnafamiljur.

Hugsanir um umsorganaryvirtøku og praksis í sakum mugu broytast radikalt.

Tað metir bólkurin útfrá avleiðingunum av dómunum í Mannarættindaráðnum hjá Sameindu Tjóðum og Hægstarætt Noregs.

Tað mesta av almenna kjakinum hevur snúð seg um ávirkanina av sýslunevndum og dómsvaldi og lítið um ta kommunalu barnaverndina har grundarlagið fyri øllum sakum liggur.

Vit í bólkinum velja at bróta tøgnina hesum viðvíkjandi, tí tøgnin í tí almenna rúminum um evnið skríggjar. Metingin er møguliga, at um øll lata eyguni aftur, so gongur tað yvir.

Sannleikin er, allar sakir enda í tí sum kallast fyribils, frívilligar umsorganaryvirtøkur á papírinum. Ì øllum hesum tvingsilsfrívilligu umsorganaryvirtøkunum er málið aldrin tilbakarføring. Út frá hesum varandi tvingsli verður samvera altíð avmarkað, minkað og til seinast á nul.

Fá fólk vita, at tá hetta er tikið upp í fimm ár, hevur barnið eftir lógini fingið eina nýggja familju, mammu, systkin og tilknýtið, sum tað undir ongum umstøðum er mett tilráðiligt at leysríva barnið frá, so barnafamiljan kemur endaligt aldrin saman aftur, um bert familjan verður lumpað til, at frívilliga játta tvingsilin í fimm ár.

So er sloppið hjá barnaverndini og tju hey út at finna nýggj børn. Okkurt skulu tómar hendur gera.

Pástandirnir fyri avgerð er ofta mangulfull og hevur lítið við verileikan at gera og kann als ikki prógvast av serkunnleikanum og verður ofta direkta mótprógvað av serfakfólki, men tó fellur avgerðin altíð til fyrimuns hjá myndugleika tí hvussu kann skipanin annað, enn játta fyri sær sjálvum, at tey koyra í sama tokið og gera eitt fantastiskt arbeiði.

Alt annað hevði brotið skipanina saman og forráðan, ivi um vantandi fakførleika hevði poppað upp.

Barnaverndin viðurkennur ikki sjálvstøðuga rættin hjá upphavsfamiljuni til egið barn. Tá kemur Barnaverndin ofta við orðingini um, at barnið má verjast ímóti egnari familju, tí hesi eru skyld í trupulleikunum barnið stríðist við.

Hesar ákærur geva altíð minumum samveru ella null. Hetta fremjir á ongan hátt samstarvið.

Bólkurin krevur, at barnaverndin sær familjurnar við tilfeingisfokus og ikki trupulleikafokus og viðferð familjurnar sum tilfeingispersónar, eru og altíð vilja vera umráðandi fyri barnið.

Vit krevja, at hetta gjøgnumsúrgar alt arbeiði sum barnaverndin hevist við.

Gjøgnum eitt opið samstarv kunnu gevast fruktargóð úrslit. Fyri øll og ikki minst barnið.

Tað mótsætta av opnum samstarvið og tvírøðu eru duldar áralangar kanningar aftanfyri ryggin á fólkið, sum sjálvandi oyðileggja og skapa trúskaparbrot sum hvørki menna ella styrkja nøkur sambond.

Uppgávan hjá Barnaverndini er eisini at veita góða góðsku á samverum og at royna at betra foreldranna samveruførleika.

Til seinast: Bólkurin er vóngevandi um, at vit kunnu geva eina sjónliggeran av fakøkinum. Bólkurin vil í hvussu er bjóða inn við aktivari luttøku og ikki passivari tillaðing og vilja vit tí hervið leggja fram ynski um, at lógin má endurskoðast, við brúkara umboðum og broytast so mannarættindi vera tikin í álvara áðrenn 2022.

Jólatíð er vanliga merkt av hjálpsemi og kærleika, har vit sum fólk standa saman um eitt gott og samhaldsfast samfelag.

Tað, sum verður latið inn undir hoyringini, vóna vit verður nýtt sum íkast til føroyska partin av frágreiðingini, ið verður latin ST.

Bólkurin Verjið Børnini Móti Barnaverndini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo