Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetrið: Nú verður aftur árliga handanin av gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum til ungt listafólk, sum hevur víst serligt hegni.

Í tí sambandi verður bjóðað til alment hátíðarhald í auluni á Námsvísindadeildini á Frælsinum hóskvøldið 8. februar klokkan 19:30 til uml. 21.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er sambært grein tvey í viðtøkunum at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum. Ein trímannanevnd, mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, forfólkinum í Føroya Lærarafelagi og forfólkinum í Listafólkasambandi Føroya, stjórnar grunninum.

Í løtuni er nevndin henda: Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelagi, og Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA.

Latið verður úr grunninum 8. februar, sum er føðingardagur Thorvalds. Nevndin ger sjálv av, hvør skal fáa stuðul úr grunninum, og tað verður ikki latið eftir umsókn. Fyrstu ferð, at stuðul varð latin, var í 2001.Tey, ið higartil hava fingið gávugóðsið, eru:
2023: Beinir Bergsson, yrkjari, 40.000 krónur
2022: Maria Guldbrandsø Tórgarð, filmslistakvinna, 35.000 kr.
2021: Alda Mohr Eyðunsdóttir, listakvinna, 35.000 kr.
2020: Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundi, 35.000 kr.
2019: Lea Kampmann, tónleikari, 35.000 kr.
2018: Anný Djurhuus Øssursdóttir, listakvinna, 50.000 kr.
2017: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2016: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2015: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2014: Heiðrun Petersen, fiólleikari, 50.000 kr.
2013: Bárður Reinert Poulsen, tónleikari og Janus á Húsagarði, teknari og rithøvundur 25.000 kr. í part.
2012: Anton Petersen, filmsleikstjóri, 60.000 kr
2011: Dávur Juul Magnussen, tónlistamað, 60.000 kr
2010: Herborg Silja Strøm, listarkvinnu, 60.000 kr
2009: Kjartan Hansen, fólkatónleikari og nemur sær útbúgving innan sjónleik, 60.000 kr
2008: Marianna Mørkøre, listarkvinna, 60.000 kr
2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari, 60.000 kr
2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi, 60.000 kr
2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur, 60.000 kr
2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari og Eivør Pálsdóttir, sangari, 25.000 kr. í part.
2003: Tróndur Bogason, tónasmiður, 60.000 kr
2002: Andrass Olsen, tónleikari, 60.000 kr, Teitur Árnason, filmsleikstjóri, 25.000 kr og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi, 25.000 kr
2001: Rannvá Konoy, listakvinna 60.000 kr

- Viðtøkurnar fyri Grunn Thorvalds Poulsen av Steinum

- Avtala við Musikkskúlan um stuðul frá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

- Tórshavnar Musikkskúli & Grunnur Thorvalds Poulsens av Steinum - Eftirmeting - árið 2015

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo