Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Pedagogfelagið: Tað er gott, at Landsstýrið hevur sett sær fyri at stytta arbeiðsvikuna. Hesum stuðla vit fult undir. Eitt sjálvsagt átak, ið verður eitt tað størsta frambrotið á føroyska arbeiðsmarknaðinum í nýggjari tíð.

Tað eru fá viðurskifti, ið veruliga kunnu førka eitt samfelag rætta leið. At stytta arbeiðsvikuna er eitt stig rætta vegin, tí búskaparvøkstur tænir ongum endamálið í sær sjálvum, um hann ikki ger lívið betur hjá okkum menniskjum ið búleikast her.

Vit eru nøkur, ið hava saknað, at vælstandurin í vinnuni eisini sæst betur aftur hjá vanliga fólkinum.

Stytt arbeiðsvika kemur at gagna øllum, børnum, ungum og vaksnum.

Teimum, sum eru væl fyri og teimum, sum eru minni væl fyri.

Eitt er tað, at ætlaða styttingin á tríggjar tímar gevur einstaklinginum tríggjar tímar afturat um vikuna at ráða yvir. Men, leggur tú tað afturat familjuni, gerst tímavinningurin størri. Familjan fær tí betri stundir til børnini, seg sjálvan, gomul foreldur og avvarandi annars.

Um rætt verður fyriskipað, minkar tað um tørvin á almennum tænastum og trýstið á vælferðarskipanirnar minkar, tí børnini kunnu heintast fyrr, ommur og abbar kunnu fáa fleiri vitjanir o.s.v. Umframt allar aðrar menniskjaligar fyrimunir samfelagið fær burturúr.

Og lat meg siga tað eitt sindur greiðari; stytta arbeiðsvikan kann minka um trýstið á dagstovnarnar, gera tað liviligari hjá børnum at vera har og liviligari hjá starvsfólkunum at arbeiða har. Hetta, saman við betri skipaðum arbeiðsumstøður, kundi verið við til, at starvsfólkini samstundis fóru upp í arbeiðstíð.

At stytta um arbeiðsvikuna snýr seg um næstan alt annað enn kostnaðin í krónum og oyrum. Tað snýr seg um at hava ein arbeiðsmarknað, ið er kappingarførur við umheimin og megnar at tryggja familjunum og einstaklinginum góðar vakstrarmøguleikar.

Her tykist gongdin at vera alt annað enn góð, við strongdum børnum og foreldrum.

Vit fingu onkran lærdóm burtur úr koronastøðuni, hóast vit tykjast longu at vera í ferð við at gloyma tann lærdómin. Vit lærdu, at tað var gott at fara niður í ferð. Tað var gott ikki at skula renna til arbeiðis. Tað var gott at kunna hugsavna seg um einstøku uppgávurnar og ikki skula skunda undir børnini og tey ungu og reka tey á dyr um morgunin ella á kvøldi, til øll tiltøkini ella aktivitetirnar tey ella vit skuldu til.

Tað er gott, at Løgtingið nú fer at samtykkja at stytta arbeiðsvikuna. Best hevði verið um tað var gjørt í einum úr 40 niður í 37 tíma viku.

Men vit mugu og skulu ikki steðga her.

Best hevði verið, um vikan bleiv stytt uppaftur meira. Kanska enntá soleiðis, at vit fáa eina 4 daga arbeiðsviku – tað kundi verið ein háttur at minkað um ferðing til og frá arbeiði og harvið eisini gagna umhvørvinum.

Alt kann ikki gerast upp í krónum og oyrum – vælferð er eitt val.

Annars ber til at lesa eina kanning um styttu arbeiðsvikuna, ið Fakfelagssamtarvið hevur latið gjørt, á heimasíðuni pedagogfelag.fo.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo