Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-003/2022 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um Vestmanna skúla og starvsetanir. 

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hvat er gjørt fyri at loysa ótolandi støðuna í Vestmanna skúla? 

2. Hevur landsstýrismaðurin vikið frá tilmælum í øðrum starvssetanum enn í málinum um stjórasetanina í Vestmanna skúla? 

Svar til 1: Skúlastjórin í Vestmanna skúla byrjaði í starvinum 21. september 2021. (Ikki kann sigast, at hetta var ein blíð byrjan, tí at starvssetanin fekk nógva umrøðu, ikki minst í miðlunum, og hevur hetta uttan iva ávirkað allar partar.) 

Undirvísingarstýrið hevur havt regluligt samskifti við skúlastjóran síðani byrjan og hevur veitt skúlastjóranum ráðgeving í starvinum, eisini viðvíkjandi starvsfólkaviðurskiftum. 

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur harumframt játtað skúlanum tveir ráðleggingardagar í heyst til at menna trivnaðin í skúlanum og samansjóða starvsfólkini, har starvsfólkapolitikkur eisini verður partur av átakinum. Løgd verður ein framhaldandi ætlan um, hvussu arbeitt verður víðari við trivnaðartilgongdini í skúlanum. Ætlanin er, at skúlin fær serkøna ráðgeving til at skipa ráðleggingardagarnar. 

Svar til 2: Landsstýrismaðurin setti ikki tilmælið hjá setanarnevndini til viks, men valdi ein av innstillaðu umsøkjarunum. Setanarnevndin innstillaði tríggjar umsøkjarar, sum mett varð, sambært krøvunum til starvið og samrøðunum, høvdu førleika at røkja starvið.

Umsøkjararnir vórðu raðfestir í tí røð, sum setanarnevndin helt, at umsøkjararnir best luku treytirnar til starvið. Landsstýrismaðurin valdi ein av innstillaðu umsøkjarunum, men ikki tann, sum setanarnevndin raðfesti sum fyrst innstillaða til starvið. 

Landsstýrismaðurin hevur altíð valt ein av innstillaðu umsøkjarunum, sum setanarnevndin hevur mælt til. Í allarflestu førum er raðfestingin hjá setanarnevndini fylgd, men ikki altíð. 

Saman við tilmælinum, fær landsstýrismaðurin alt tilfarið, sum er brúkt í setanartilgongdini. 

Við grundarlagi í tilmælinum og samlaða tilfarinum hevur landsstýrismaðurin gjørt sínar grundaðu metingar um, hvør er best egnaður til starvi í hvørjum einstøkum føri. Tað er ikki altíð at setanarnevndin raðfestir øll viðurskifti á sama hátt sum tann, ið er settur at hava setanarmyndugleikan. 

Jenis av Rana 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo