Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Snar.fo: Tónleikaskipanin Meludia er nú týdd til føroyskt og atkomulig hjá øllum at brúka á netinum.

Endamálið er at læra seg grundsjónarmið í tónleiki og tað mál, sum býr í tónleiki.

- Meludia, sum er eitt forrit fyri bæði leik og lærd, er at læra tónleikamálið gjøgnum spæl, sigur Sunleif Rasmussen. Hann er ambassadørur fyri Meludia í Føroyum.

Nám hevur skipað fyri øllum tí praktiska og Ísak Sambleben, sum er tónleikari og tónleikalærari, hevur týtt skipanina til føroyskt.

Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum, sigur at at endamálið við Meludia er at læra børn og vaksin ein tónleikaførleika, sum lærir okkum at lesa, skriva og skilja tónleikin. - Akkurát á sama hátt sum at duga at lesa, skriva og tala eitt tungumál.

Hanna Jensen, forkvinna í Løgtingsins Mentanarnevnd og franskur konsul er serliga fegin, tí Meludia er eitt tónleikalæringsamboð, sum er ment á universitetinum Sorbonne í París. - Í dag verður Meludia nýtt í 168 londum, at menna grundleggjandi førleikar innan tónleik. Og tað besta er, at Meludia nú er á føroyskum og at alt fólkið í landi okkara fær atgongd til amboðið!

Hin føroyska Meludia verður tendrað á tíðindafundi í Mentamálaráðnum mánadagin 9. apríl klokkan 14, og verður tøk hjá øllum føroyskum brúkarum.

meludia.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo