Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunnudagin 27. mai letur ráðstevnan PPTOX VI upp í nýggju Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya á Vestaru Bryggju – her er Tórshavnar kommuna vertur. Ráðstevnan sjálv verður síðani hildin í Norðurlandahúsinum mánadagin til og við mikudagin, tá hon endar við útferð við Smyrli til Suðuroyar mikukvøldið.

Ráðstevnuheitið stendur fyri Prenatal Programming and Developmental Toxicity, og tað er hvussu tað ófødda barnið verður ávirkað av umhvørvinum í móðurlívi, og hvussu eiturevni ávirka búningina hjá mannabørnum.  Umleið 200 granskarar úr øllum heiminum koma til ráðstevnuna, serliga nógvir úr USA. Skráin sæst á www.pptox.fo.

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu skipar fyri ráðstevnuni saman við Syddansk Universitet og Harvard School of Public Health. Tað er felagið GreenGate í Havn, sum fyriskipar. Fyrstu ferð varð ráðstevnan hildin her í Føroyum í 2007, og tá komu granskarar ásamt um eina niðurstøðu, sum seinni er almannakunngjørd í vísindatíðariti undir heitinum:  The Faroes Statement: Human Health Effects of Developmental Exposure to Chemicals in Our Environment. Tað er í stuttum, at betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin, eisini tá um kemisk útlát til náttúruna ræður. Fyri hópin av manngjørdum evnum vita vit ikki langtíðaravleiðingarnar fyri heilsuna hjá menniskjum og djórum.

Hendan stevnan hevur síðani verið hildin annað hvørt ár í ymsum londum: USA, Frankaríki og Japan. Og nú kemur hon so aftur til Føroya, har hon varð til á sinni – og høvið er, at Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fyllir tríati í hesum mánaðinum.

Philippe Grandjean, professari á SDU og Harvard saman við Pál Weihe eru høvuðsfyriskiparar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo