Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

10. oktobur er altjóða dagur fyri sálarheilsu. Endamálið við degnum er at fremja meira opinleika og vitan um sálarheilsu og um sálarsjúku. 

Eisini í Føroyum verður Altjóða sálarheilsudagurin markeraður, og í kvøld er stórt og áhugavert tiltak í Løkshøll, har ung og sálarheilsa eru á breddanum.  

Vit fara ikki óskalað gjøgnum lívið, heldur ikki á mentalu kontuni. Sálarsjúka kann raka okkum øll, og vit vita, at millum ein triðingur og helvtin av okkum verða rakt av sálarligari sjúku á okkara lívsleið. Angist og tunglyndi koma oftast fyri, og umleið 30 prosent hava ella fáa angist eina ferð í lívinum. Men við røttum viðgerðartilboðum ber til hjá nógvum at sleppa av við sálarligu líðingarnar. 

Tøgn er ikki loysnin
Tá eg var barn og ung, fóru fólk ’út til Árna’, tá tey skuldu hava viðgerð á ’Statshospitalinum’, sum Psykiatriski Depilin tá varð nevnur. Annars valdaðu skomm, stigmatisering og tøgn á økinum. Men tøgn lekir onga sjúku, og seinastu árini hava vit tíbetur sæð, at sálarsjúka og sálarheilsa ikki longur verða tagdar burtur. 

Fólkaheilsuráðið hevur sett sálarheilsu á skrá. Eisini hava felagsskapir sum Sinnisbati, Fountain House og ADHD-felagið gjørt sítt til, at vit í dag eru meira tilvitað um stóra týdningin av tilboðum, viðgerð og kunning um sálarsjúku og sálarheilsu. Sálarligar avbjóðingar eru vorðnar meira legitimar og minni farligar enn áður. 

Menniskju, sum stríðast við sálarsjúku orka sjáldan at rópa hart um teirra støðu, tíansheldur teirra avvarðandi, sum ofta eru útlúgvað av at vera um teirra elskaðu børn, makar, systkin, foreldur ella aðrar næstringar.  

Vit skulu alla tíðina arbeiða fyri at betra um sálarheilsuna og um umstøðurnar hjá teimum, sum hava tørv á viðgerð fyri sálarsjúku. Tí vit skulu ikki enda við einum samfelag, har vit ikki longur trívast sum menniskju.

Fari at ynskja øllum ein góðan altjóða sálarheilsudag 2023. 

Kristianna Winther Poulsen,
býráðskvinna og løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo