

Teir fimm menninir sum vóru við Titan


Teir fimm menninir sum vóru við Titan
Undir leitingini eftir horvna kavbátinum Titan vóru partar av trýstkamarinum funnir.
Tað var tað sum sambært amerikansku bjargingartænastuni vísti, at okkurt katatsrofalt var hent kavbátinum.
Herflotaovastin John Mauger segði á tíðindafundinum, at hend er ein "katastrofal implosjón" . innspreinging.
Vrakpartarnir lógu á botni um 500 metrar frá bógnum á Titanic, og teir vóru funnir um 14:55 tíðina.
John Mauger visti ikki at siga, um amerikanska bjargingartænastan fær bjargað líkunum av teimum deyðu sum vóru við á ferðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo