

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Í dag kemur amerikanski kavbáturin USS Newport News í Nólsoyarfjørð. USS Newport News er kjarnorkurikin og hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi
Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar kjarnorkuyvirvøku og onnur tilbúgvingaratlit í sambandi við vitjanina. Brimil fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi.
USS Newport News var somuleiðis í Føroyum 4. juli í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo