Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ferðamál

Í hesum føgru summardøgum eru sjálvandi ørgrynni av vitjandi  á Sjællandi. men teir allarflestu føroysku turistar  koma sjáldan serliga nógv út um sjálvan Kjøpinhavn, men  ferðast mest í  tí  ógvisliga turbulenta stórbýnum, so teir varnast   tíverri ikki so nógv av tí fagra og fjøllbroytta  Sjællandi.

Gaman í, - nøkur fara tær klassisku leiðirnar til tað ríka Norðursjælland ella suðureftir til Stevns, Køge ella Mols, men tað eru rættiliga fá, sum hætta sær vestur um "Valby bakke" og heilt yvir  til  tað fagra útnyrðingshornið  av oynni.

Tað er serliga tað stórhugnaliga økið sunnan- og norðanfyri Sjællands Odde, sum hevur so ovurhonds nógv at bjóða, bæði av idylliskari natúru, baðimøguleikum og kultursøgu.

Sjællands Odde er kortini ikki sørt  brúktur hjá skundmiklum bilferðandi, sum skullu til Jyllands, men tey síggja øgiliga lítið av tí, sum Oddin hevur at bjóða.

Oddin kann ikki upplivast úr bili.  Man má fara til gongu.

Tað  er ógvuliga  romantiskt  á suðursíðuni, har nøkur av landsins  allardýrastu summarhúsum liggja.

Annars er tað tann fagra Sejrø bugt, nakað sunnanfyri Oddan, sum er serliga nógv vitjað av baði- og campinghugaðum fólki. 

Har er stórfingið  útsýni frá Sand-dobberne, sum hevur serliga familjuvinarliga baðistrond við vesturskini og føgrum útsýni til bæði Sejrø og Nekselø.

Inni á landi, beint eystanfyri liggur Fårevejle kirkja, har jallurin av Bothwell (maður Mariu Stewart) liggur. 

Skamt haðani sæst tað spennandi  Dragsholm slott, har   excentriskir útlendingar kunnu leiga seg inn fyri eina nátt og fáa eitt "spøkilsi" at vitja seg  á miðjari nátt.

Norðanfyri Odddan liggja strendurnar Høve og Gudmindrup, sum báðar eru hildnar sera barnavinarligar og idylliskar.

Alt strekkið bæði sunnan- og norðanfyri Oddan er vert at vitja og gista í. 

Har eru øll tey tilboð, sum svimjihugaðir baðigestir hava brúk fyri.

LEIDIN: 

Hvussu kemur man so til hetta summarsliga eldorado? Hevur man bil, eigur man at taka  veg nr. 23 móti Kalundborg og koyra líka  til vesturendan av býnum  Jyderup. Har snarar man beint norðureftir móti Nykøbing S. 

Bara norðanfyri Jyderup kemur man á høgru síðu til eina ta størstu Jatnastovu í Norðanlondum (hon liggur bara 200 m frá Jyderup, men er nakað fjald av  trøum).

Frá Jyderup koyrir man ca. 17 km til Fårevejle og so hevur man Sanddobberne  við Sejrø bugt á vinstru hond.

Tað er sera lætt at finna.

Hevur man ikki bil, kann man taka bussin móti Sjællands Odde og fara av í Fårevejle.

Eg havi bara nevnt nøkur fá  av tilboðunum, men bilferðandi kunnu sjálvi uppliva øgiliga nógv annað, bæði suður móti Kalundborg og norður móti Nykøbing S.

Gott summar og góða  stuttleikaferð!

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo