Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein partur av nýggju hernaðaravtaluni sum Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, í morgin undirskrivar við USA, verður eftir øllum at døma, at amerikanskir hermenn ikki kunnu rættarsøkjast í Danmark. Við øðrum orðum er donsk lóg ikki galdandi fyri teir. Skulu teir rættarsøkjast, so skal tað vera í USA og sambært amerikanskari lóg, hóast teir hava framt lógarbrotið í Danmark.

Tað gera fleiri danskir miðlar nógv burturúr, millum annað Jyllandsposturin, sum eisini skrivar, at nýggja hernaðaravtalan við USA er av slíkum slagi, at slíkt er ikki sæð í Danmark síðani seinna heimsbardaga.

Fleiri politikarar siga seg ikki dáma, at grundleggjandi prinsippið, at í Danmark er donsk lóg galdandi, verður brotið.

- Hvat nú um ein hermaður fremur harðskap ella neyðtøku í náttarlívinum í Aalborg, sum onkur teirra tekur til.

Men sum skilst er tað eitt ófrávíkiligt krav hjá USA, og lyfti til herfólkini sum verða útsend, at teirra herfólk altíð eru fevnd av amerikanskari lóg, uttan mun til hvar í heiminum tey eru.

Væntandi skulu hermenninir hava tríggjar støðir í Danmark, í Aalborg, Karup og Skrydstrup.

Avtalan er ikki almenn, fyrr enn hon er undirskrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo