Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Andrias Hansen er settur sum nýggjur leiðari á sjálvognarstovninum Sólteigur og Eysturstræti.

Hann tekur við eftir Rasmus Patursson,  sum nú leggur frá sær vegna aldur, eftir at hava verið  leiðari á sjálvsognarstovninum síðan 1.apríl 1985.

Andrias hevur drúgvar royndir innan psykiatriska økið. Í heili 20 ár hevur hann starvast á økinum. Hann hevur starvast bæði á stongdari og opnari deild, í sosialpsykiatriini og nú seinastu árini í Fountainhúsinum.

Eisini hevur Andrias hevur starvast á ymsum stovnum í Danmark, áðrenn hann hann kom heim aftur til Føroya í 2009 og fór á Psykiatriska Depilin at arbeiða.

Andrias er útbúgvin ergoterapeutur og hevur leiðsluroyndir á ergoterapiini á Psykiatriska Deplinum.

Hann er 50 ára gamal.

Andrias byrjar í starvinum 1. oktober 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo