Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í 2015 gav Annika Hoydal út fløguna, Endurljós, ið er eitt savn av lívsjáttandi føroyskum sangum. Fløgan vann fleiri virðislønir til Faroese Music Awards 2016. Í vár hevur hon haft sera væleydnaðar konsertir í  Føroyum saman við einum tónleikarligum dreymabólki. Nú fáa keypmannahavnafólkini eisini møguleika at hoyra vøkru vísurnar hjá Anniku Hoydal, tá hon hevur konsert í mentanarhúsinum, Norðuratlantsbryggju 7. oktobur kl. 21.

Kvøldið verður ein fagnaður til lívið og til heimið við bæði nýggjum songum og góðum gomlum klassikarum frá hennara tíð við kenda Harkaliðnum. Konsertin verður í teimum autentisku og intimu umstøðunum á Norðuratlantsbryggjuni, sum er ein heimstaður fyri føroyska, grønlendska og íslandska mentan mitt í Keypmannahavn.

"Vit gleða okkum ótróliga nógv at skapa eitt ógloymandi kvøld fyri bæði fólk úr Keypmannahavn og Føroyum, sum umvegis tónleikis kunnu fáa ein einstakan møguleika at uppliva eitt sindur av Føroyum. Sum Norðuratlantiskt mentanarhús ynskja vit at geva øllum í Keypmannahavn og økjum rundanum eitt innlit í, hvussu serstøk og vøkur føroysk mentan og tónleikur kann vera" sigur konsertleiðarin á Norðurbryggju, Mikael Lavdal Kjærsgaard.

Annika Hoydal er eitt kent navn í Danmark, har hon hevur búð seinastu 40 árini. Hon hevur sum sjónleikari staðið á pallinum í mongum sjónleikarhúsum í Danmark, umframt viðvirka í fleiri donskum filmum og kabarettum eins og hon luttók í danska melodi Grand Prix í 1979. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo