Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikukvøldið verður dupultkonsert við Anniku Hoydal og Jesper René í Listasavninum á Sandi.

Annika og hennara dugnaligi bólkur er á konsertferð í løtuni, tað er dugnaligi danski klaverleikarin eisini. Í hesum sambandi verður skipað fyri dupultkonsert á Listasavninum.

Kl. 19.00 leggur Jesper René fyri, og spælir tvey verk “Sýningarmyndir” av Mussorgsky og “Árstíðirnar” av Tjajkovskij.

Bæði verkini eru sera myndaskapandi og hóska tí væl at spæla á einum listasavni. Myndirnar, sum hanga á veggjunum, kunnu upplivast saman við myndunum, sum hoyrast í tónleikinum.

Jesper René er føddur í 1974, hann útbúgvin klaverleikari, og hevur spælt eitt ótal av konsertum, síðan fyrstu framførsluna aftan á lokna útbúgving saman við Odense symfoniorkestri í 1989.

Klokkan 20, fer Annika Hoydal og hennara bólkur at framføra.

Annika hevur verið virkin í heili 7 áratíggju. Sum einstaklingur og sum sangari í bólkinum Harkaliðið, hevur Annika skapt ein sangarv, ið er vorðin fólkaogn.

Tað eru ikki einans gomlu løgini ið hitta. Í 2016 fekk Annika ikki færri enn tríggjar tilnevningar til FMA, í sambandi við útgávuna “Endurljós”. Fyrr í ár gav 77 ára gamla Annika út útgávuna “Í Hoydølum: Leysir endar” og eisini hendan útgávan hevur havt fleiri útvarpshitt.

Plátan er eitt savn av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjøgnum eitt langt lív. Her eru egin løg, siðbundin føroysk løg og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal hevur týtt til føroyskt.

Bólkurin, ið Annika hevði við sær er Kim Hansen á klaveri, Benjamin Petersen á gittari og Torleik Mortensen á kontrabassi.

Á konsertini fært fú bæðI gamlar klassikarar og løg av nýggju útgávuni “Leysir endar”.

Tað verður hugni og gott ljóð, sum verður karmur um konsertina, tí akkustikkurin er einastandandi í vakra savninum, sum J.P. Gregoriussen teknaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo