40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Valið av nýggjum landsstýrisfólki hjá Fólkaflokkinum ger, at Annika Olsen, sum er varafólk, ikki kemur inn aftur á ting.

Á facebookvanganum skrivar Annika Olsen millum annað soleiðis:

Nú hava formaðurin í Fólkaflokkinum, 2 fyrrverandi landsstýrisfólk og løgtingsformaðurin ekskluderað meg úr tinginum.

Tey kunnu gott taka ein løgtingsstól frá mær og harvið mítt starv, men tey koma ongantíð at taka mína rødd.

Tey kunnu gott seta meg í skammikrók og gera meg til syndabukk, men skommin er teirra fyri ikki at hava handlað.

Tey kunnu gott spilla meg út, karaktermyrða meg, persónsforfylgja mær og brenna meg á báli alment, men tey koma ongantíð at taka fría tankan frá mær.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo