40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur - eftir § 53 í Tingskipanini

Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður

Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis og vinnumálum

Evni: Útboð av stórhøll

Spurningar:

  1. Ber tað til hjá eini kommunu at seta 100 mió. kr. í eina verkætlan umvegis eitt sjálvsognarfelag, uttan at hendan verkætanin verður boðin út?

  2. Um ja, kunnu vit vænta, at hetta verður eitt fordømi fyri aðrar framtíðar ætlanir hjá kommunum ?

  3. Hvørjar eru treytirnar fyri almennum útboði, tá tað almenna ger íløgur ?

  4. Ber til sambært kommunustýrislógini at gera samstørv við privat, uttan at fíggingin verður ein partur av kommunalu fíggjarætlanini?

Viðmerkingar:
Herfyri varð fráboðað, at Tórshavnar kommuna hevur í hyggju at stovna eitt sjálvsognarfelag saman við privatum aktørum til tess at fáa bygt eina stórhøll í Havn. Tað, sum er komið fram um ætlanina, er, at stórhøllin skal byggjast av einum ávísum felag og tískil ikki bjóðast út.

Tá tað almenna skal gera íløgur, smærri sum størri, er tað ein treyt, at arbeiðið verður boðið út til tess at tryggja javnbjóðis kapping, rætta prísin, bestu góðskuna og eitt munagott kappingarføri. Tí vekir tað undran, at størsta kommunan í landinum velur ein leist, har eitt arbeiði uppá 217 mió. kr., harav 108 mió. kr. við kommunalum pengum, ikki verður boðið út til fleiri vinnuligar aktørar. Ber hetta til, kann hugsast, at enn fleiri kommunlar verkætlanir verða gjørdar eftir hesum leisti uttan alment útboð.

Sambært kommunustýrislógini ber ikki til hjá kommununum at samstarva við privat, tí hetta er at meta sum kappingaravlagandi virksemi. Tí er áhugavert at fáa at vita, um tað ber til hjá eini kommunu at gera samstørv við privatar aktørar umvegis sjálsvognarfeløg, og um hetta verður ein partur av kommunalu fíggjarætlanini til tess at tryggja fíggjarligt skynsemi og gjøgnumskygni.

Spurningarnir verða settir til tess at fáa greiðu á, hvørjar heimildir ein kommuna hevur og ikki hevur í samstarvi við privatar aktørar, og ikki tí spurnartekn verður sett við hugskotið at byggja eina stórhøll.

Á Løgtingi, 10. november 2021

Annika Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo