Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Róðrasamband Føroya: Feløgini vóru væl møtt til fundin, og tað gleðir okkum, at nevndin í sambandinum aftur er fullmannað,  aftaná fleiri ár við ov fáum nevndarlimum at lyfta uppgávunum, sum krevjast til slík nevndarstørv.

Annika V. Dalsgarð var afturvald sum forkvinna. Elsa Magnussen, verandi næstforkvinna stóð ikki fyri vali og heldur tískil framm í nevndini. Irena Nolsø valdi ikki at stilla uppaftur, men játtar seg sum tiltakslim komandi skeiðið.

Nývaldir nevndarlimir eru Rógvi Kærbech, Jakup Joensen, Hugo Skorastein og Petur Hansen. 

Í dómsnevndina eru eisini tveir nývaldir limir fyri Hans David Hansen og Steinfinnur Mittlelstein, sum hava verið knýttir at Róðrarsambandinum í fleiri ár. Teir valdu ikki at stilla uppaftur til dómsnevndina. 

Nýggir limir í dómsnevndini eru Jórun Høgnesen og Sunnrid Traðará. Umframt tær báðar situr Óla Hendrik av Fløtum í dómsnevndini.

Vit takka hjartaliga Hans David, Steinfinni og Irenu fyri teirri íkast og arbeiði fyri Róðrarsamband Føroya og fyri føroyskan kappróður, og bjóða nývaldu nevndar- og dómsnevndarlimunum vælkomin í hópin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo