40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Líka inntil nú hava granskarar hildið, at upp til 50.000 ára gomul steinamboð, sum eru funnin í landnyrðingspartinum av Brasil, vórðu menniskjaskapt. 

Hesi amboðini vórðu hildin at vera millum tey fyrstu prógvini fyri menniskjum í Suðuramerika, men nú eru granskarar komnir fram til, at hetta helst er ein stór misskiljing. 

Og møguliga hava menniskju als ikki verið í økinum har í Norðureysturbrasil fyri 50.000 árum síðan.

Í eini grein í tíðarritinum Holocene, sum Artnet og videnskab.dk endurgeva úr, almannakunngera granskarar prógv, ið benda á, at capuchin-apur (Sapajus libidinosus) hava gjørt steinamboðini - og ikki menniskju sum fyrst hildið.

Steinamboðini eru funnin í sambandi við útgrevstur í Pedra Furada, eitt øki við 800 fornfrøðiligum toftum í Brasil. 

Granskararnir hava samanborið steinamboðini við tey, sum capuchin-apur í okkara tíð hava snikkað saman.

- Úrslitini vóru óvæntað. Tað var eingin munur millum tað, sum vit trúðu vóru menniskjaskapt amboð fyri 50.000 árum síðan, og so tað, sum apur hava gjørt í dag, sigur Agustín M. Agnolín, fornfrøðingur.

Eftirsum tað ikki eru onnur prógv fyri, at menniskju vóru í økinum fyri umleið 50.000 árum síðan, so eru granskararnir Agustín M. Agnolín og Federico L. Agnolín komnir til ta niðurstøðu, at tað eru apur, sum hava gjørt steinamboðini í omanfyrinevnda øki í Brasil.

Granskingin hjá teimum setir harvið spurnartekin við, hvørt menniskju, sum upprunaliga hildið, yvirhøvur vóru til staðar í hesum økinum í landnyrðingspartinum av Brasil fyri okkurt um 50.000 árum síðan. 

Augustin M. Agnolín er granskari á National Institute of Anthropology and Latin American Thought, meðan Federico L. Agnolín er steinrenningarfrøðingur á Azara Natural History Foundation

Teir hava báðir tilknýti til Argentina's National Scientific and Technical Research Council (CONICET).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo