

Tórshavnar kommuna: Í morgun vóru borgarar í økinum bodnir at vera við til ein hugnaligan arbeiðsdag, har øll í felag fóru at gróðurseta og planta náttúruøkið í Dalinum Langa. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd, greiddu frá ætlanunum í dalinum, áðrenn farið varð at planta.
Byrjað varð í fimleikahøllini í Hoyvíkar skúla við kaffi og morgunbreyði afturvið, og síðani fóru øll at gróðurseta.
Beint fyri páskir varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Urtagarðstænastuna um at gera ætlaða náttúruøkið í Dalinum langa, sum býráðið samtykti at fara undir beint fyri jól 2022.
Ætlanin varð boðin út til 4 veitarar, ið allir lótu inn tilboð. Eftir viðgerð av innkomnum tilboðum fall valið á Urtagarðstænastuna.
Náttúruøkið verður skipað við gróðurseting, soleiðis at økið í støðum er tætt, fjálgt og viðarlundakent og í støðum opnari, so dalurin og vátlendi í stóran mun verða varðveitt.
Tilsamans verða væntandi umleið 50.000 trø plantað í økinum. Tórshavnar kommuna hevur í sambandi við ætlanina samskift við vinnugrannar um eisini at luttaka í plantingini, sum er í økinum uppat vinnustykkjunum eystanfyri Dalin langa.
Í náttúruøkinum verða fleiri gonguleiðir, uppihaldsøki, rørslu- og spæliøki, so økið verður framúr ískoyti til trivnað fyri borgarar.
Nú er sáttmáli undirskrivaður við Urtagarðstænastuna, og arbeiðið farið í gongd. Ætlanin verður væntandi liðug á sumri í 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo