Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Arbeiðsloysið var 0,7% í oktober, ið svarar til 223 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var eisini 0,7% fyri ári síðani.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í oktober vóru 256 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo