Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Sáttmáli um umhvørvisvinarligan graslíkisvøll varð í morgun undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og P/F Føroya Møblasølu.

Tórshavnar kommuna og P/F Føroya Møblasøla hava í dag skrivað undir sáttmála um veiting av nýggjum graslíkisvølli til vøllin inni í Vika á Argjum. Hetta er heimavøllurin hjá Argja bóltfelag.  

Talan er um ein vøll av slagnum DOMO, ið er eitt niðurlendskt merki. Sum nakað nýtt í Tórshavnar kommunu er talan um ein vøll, ið umframt sand, hevur børk sum ífyllu, og er tað betri fyri umhvørvið enn gummigranulat, ið vanliga hevur verið brúkt.

Umframt nýtt graslíki og stoytdoyvingarlag er eisini ætlanin at flyta vøllin, so hann lýkur galdandi krøv í vallarreglugerðini, umframt eisini at flyta girðing og hegn á norðaru langsíðu.

Sjálvt arbeiðið við at leggja nýggja graslíkið verður gjørt um mánaðarskiftið mai/juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo