Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Nýggjasti maðurin í føroyska landsliðshópinum, Arnbjørn Svensson í samrøðu við Kringvarp Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nýggjasti maðurin í føroyska landsliðshópinum, Arnbjørn Svensson í samrøðu við Kringvarp Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nýggjasti maðurin í føroyska landsliðshópinum, Arnbjørn Svensson í samrøðu við Kringvarp Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Tvær stórar og spennandi uppgávur standa fyri framman hjá føroyska A-landsliðnum við monnum, sum í næstum fer á venjingarlegu í Spania og í Danmark frá 18. til 27. mars.

Manslandsliðið skal nevniliga spæla tveir altjóða skrásettar venjingardystir í hesum tíðarskeiðnum. Fríggjadagin 22. mars møtast Føroyar og Liktinstein á Marbella Football Center í Spania, og fýra dagar seinni, týsdagin 26. mars spæla Danmark og Føroyar á Brøndby Stadion.

At loysa hesar uppgávur, hevur Håkan Ericson, landsliðsvenjari, í fyrsta umfari sent boð eftir 23 spælarum. Væntandi verður ein afturat úttikin seinni í vikuni, so hópurin telur 24 mans til komandi landsdystir.

Í høvuðsheitum er talan um eina manning, sum í stóran mun myndaði landsliðshópin í fjør. Men tó so, onkur avboð eru komin, samstundis sum okkurt nýtt navn kom úr skjáttuni hjá landsliðsvenjaranum, tá hann fyrrapartin mánadagin kunngjørdi hópin.

Arnbjørn Svensson úr Víkingi er fyri fyrstu ferð boðsendur til A-landsliðið, og vert er at nevna, at hesaferð var eisini pláss fyri Magnusi Egilsson úr B36, Daniel Johansen, ið spælir fyri Thisted FC í Danmark, og Bartali Wardum úr HB.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Bartal Wardum, HB Tórshavn
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Magnus Egilsson, B36 Tórshavn
Hørður Askham, AB (Danmark)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)

Dystir
22. mars Føroyar – Liktinstein (Marbella Football Center, Spania)
26. mars Danmark – Føroyar (Brøndby Stadion)

Atgongumerki til dystin móti Danmark fáast til keyps í nethandilinum á heimasíðuni hjá danska fótbóltssambandinum, DBU.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo