Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sinnisbati: Sinnisbati handar á hvørjum ári eina sálarheilsuvirðisløn í samband við altjóða sálarheilsudagin 10. oktobur. Endamálið við virðislønini er at heiðra ein ella fleiri, sum hava varpað ljós á sálarheilsu í ár.

Tað kann eitt nú vera eitt serligt átak ella tiltak.

Ella onkur, sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra og/ella arbeiðir sálarheilsufremjandi og fyribyrgjandi.

Í 2022 var tað Herborg Joensen, sum fekk virðislønina fyri hennara góða og gevandi arbeiði sum leiðari á Vaskarínum á Landssjúkrahúsinum, har hon í mong ár hevur gingið fremst, tá vit tosa um rúmliga arbeiðsmarknaðin.

Send okkum títt uppskot
Veitst tú um onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt fyri sálarheilsu í ár? So kanst tú senda títt uppskot til Sinnisbata.

Tað stendur øllum í boði at senda eitt ella fleiri uppskot á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi mánadagin 2. oktobur.

Tað er ein óheft dómsnevnd, sum tekur avgerð.

Virðislønin verður latin á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo