40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Suðuroyarportalurin: Nýggjársaftan klokkan 11.30 verður skipað fyri einum gongutúri frá Vindmyllulundini í Porkerishaganum.

Á túrinum koma okur framvið hesum støðum: Vágfelli, Vágsskarð, Hvannafelli og oman á Hálsin, harfrá okur ganga oman til Vág. Hetta er ein avbera flottur túrur, har útsýnið er framúrskarandi.

Okur møtast við niðankoyringina til vindmyllulundina í Porkerishaganum. Gingið verður eftir vegnum niðan til vindmyllurnar. Um tað er koyrandi niðan, ber tað eisini til at koyra niðan til ovastu vindmylluna.

Túrurin er miðal strævin. Heitt verður á fólk um lata seg í eftir umstøðunum, góðar gangiskógvar/stilvar, húgvu og handskar.

Túrurin er umleið 8,3 km og tekur umleið 3 tímar.

Øll eru vælkomin við. Túrurin er tó ikki hóskandi fyri smærri børn.

Ferðaleiðari er Jens Petur Brattalíð.

Túrurin er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug.

Legg til merkis, at túrurin kann verða avlýstur orsaka av vánaligum veðri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo