Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Posta hevur í dag kunngjørt roknskapin fyri 2022. Gongdin var merkt av væl minni postvirksemi og meira fraktvirksemi. Meðan koronuárini vóru eyðmerkt av stórum vøkstri í flutninginum, hevur samfelagið nú aftur lagað seg til tíðina áðrenn korona.

Samstundis ávirkaðu hægri rentur og methøgir orku- og rávøruprísir nýtsluna. Sum heild er rákið, at fólk senda færri brøv, keypa meira á netinum og seta størri krøv til talgilda avgreiðslu.

Í árinum setti Posta ferðina upp í at umstilla logistikkvirksemið. Kósin, sum er løgd, leggur dent á at sjálvvirka og einfalda virksemið til gagns fyri kundan. Í 2022 tók Posta stór fet fyri at gera tað lættari fyri kundan at avgreiða flutningsviðurskifti talgilt. Eitt nú kunngjørdi Posta eina nýggja sjálvgreiðslu fyri vinnu og privatkundar, sum ger tað møguligt at bíleggja flutning av vøru, posti og pakkum um heimasíðuna.

Posta hevur miðvíst sett enn meira ferð á fraktvirksemið, soleiðis at tað vigar upp ímóti minkingini í postpartinum, sum í 2022 var 40% av søluni íroknað filateli. Postnøgdirnar eru minkandi, bæði av brøvum og postpakkum. Nøgdirnar av inngangandi postpakkum eru tongdar at marknaðarstøðuni hjá postverkunum úti í heimi, sum á fleiri marknaðum hevur tikið seg aftur. Býtið millum post og fraktpartin í virkseminum er í dag ment soleiðis, at fraktparturin er vorðin ein munandi størri partur av umsetninginum enn postparturin. Fraktparturin av søluni var 60% í 2022. 

Í 2022 vaks sølan hjá Posta úr 127 mió. í 2021 í 134 mió. í 2022. Rakstraryvirskotið er 11,2 mió., sum svarar til 8,4% av søluni. Úrslitið áðrenn skatt er 624 tkr.

”Samsvarandi fortreytunum eru vit nøgd við árið 2022. Komandi árini leggja vit dent á at gerast eitt enn sterkari samtak. Vit hava megnað nógv í árinum, og menningarmøguleikarnir fyri framman er góðir – fyri okkara starvsfólk og fyri okkara kundar, ” sigur Joel undir Leitinum, stjóri.

Posta væntar avlop aftur í 2023.

Les ársfrágreiðingina her: Ársfrágreiðing

Nevnd
Nevndin varð afturvald. Limir í nevndini eru:

Joen Magnus Rasmussen, Nevndarformaður

Reidar Nónfjall, Næstformaður

Gudny Langgaard, Nevndarlimur

Guðrið Højgaard, Nevndarlimur

Jóannis Iversen, Nevndarlimur, Starvsfólkaumboð

Steinvør Jacobsen, Nevndarlimur, Starvsfólkaumboð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo