Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Nýggja rappstjørnan í Danmark – Lamin – kemur á OY Voxbotn 2023. Hann er í toppinum á danska hittlistanum og enntá við fleiri løgum.  

26 ára gamli  rapparin er kendur fyri at vera nýhugsandi og kreativur í sínum stíli. Fyrsta fløga hansara ‘Hva ved de om Lams’ var slóbrótandi innanfyri donsku Hip/hop sjangruna, tí hon víkti frá tí, ið vit vanliga seta í samband við rapp og hip/hop tónleik.  

Satt at siga fylgdi hendan útgávan ongum mannagondum um, hvussu danskt hip/hop eigur at ljóða, men valdi Lamin at fara egnar leiðir og skapa sín egna stíl. Hetta má sigast at hava eydnast væl, tí í dag er hann ein av best dámdu donsku rapparunum, við fleiri løgum í toppinum á donskum hittlistum. 

Spennandi rím, vokaleffektir og r’n’b er ein signaturur hjá Lamin, sum við sínum eyðkenda og internationala stíli, hevur yvirtikið danska rapp pallin. 

Lamin er  eisini væl á veg at yvirtaka hittlistarnar, hann er eitt ungt talent sum vísir vegin fyri nýggjum hip/hop tónleiki og vit gleða okkum at hoyra hann á OY Voxbotn.

Artigeardit
Hann kallar seg ‘yndis rapparin hjá tínum yndis rappara’. 26 ára gamli danski rapparin við tónleikanavninum Artigeardit, leggur leiðina framvið havnargøtur vikuskiftið 23/24.juni, tá OY Voxbotn 2023 verður á skrá. 

Hann verður nevndur at vera ein av teimum mest áhugaverdu, dugnaligsastu og best umtalaðu kunstnarinum á danska Hip/hop pallinum og speglast hetta aftur í útgávum hansara. Hann hevur útgivið fýra fløgur og vann útgáva hansara ‘Held og lykke med at komme hjem’ heitið sum ársins útgáva, á Danish Music Awards. Serliga kendur er hann fyri tekstin á útgávunum, har hann rappar um sítt egna lív – bæði um gott og ringt.  

Tað er ikki óvanligt fyri unga rapparin, at konsertir hansara eru útseldar. Gaffa skrivar soleiðis um stjørnuskotið: “Artigeardit er heroin for generation Z, og for os andre, så har det været en sand fornøjelse igen at føle sig start-tyver-brandvarm” 

Nýggjasta og fjórða útgáva hansara ‘Længe leve’ ið kom út í 2023, hevur verið sera væl móttikin og verður tað spennandi at hoyra hann á OY Voxbotn, sum verður vikuskiftið 23. og 24 juni 2023. 

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix og Marius koma á OY Voxbotn 2023. 

Vit gleða okkum at kunngerða enn fleiri nøvn í næstum, tí OY Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og í heili 2 dagar. 

Forsøluprísurin til OY Voxbotn er kr. 995,- og atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, í Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo

OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, eta, Burger King, Effo, Coca Cola og Nema 

Les meira á www.voxbotn.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo