Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Gransking.fo: Á Vísindavøkuni í Løkshøll skipaðu vit fyri eini valkviss. Hetta var í sambandi við evnið Tíðarrák, har ljós varð varpað á samansetingina av løgtingsumboðum frá 1945 til og við valið 2019.

Vit spurdu um væntaða býtið av tinglimum uppá flokk og talið av valdum kvinnum og monnum eftir komandi løgtingsval.

Endaliga úrslitið á valinum 8. desember bleiv sum kunnugt, at tingbýtið uppá flokk gjørdist: A 6, B 7, C 9, D 0, E 6, F 3 og H 2. Kynsbýtið varð 23 menn og  10 kvinnur.

Tá svarini í kvissini vórðu kannað sást, at eingin hevði rakt alt rætt, men onkur var heilt nær við. Fleiri høvdu kynsbýtið rætt, og onnur vóru sera nær í floksbýtinum.

Samanumtikið var tað Ása Reinert Johannesen, granskari á Fiskaaling, sum rakti rættast. Hon vann tí gávukortið á 500 kr. sum var vinningurin í kappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo