Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Í kvøld dystaðust Áslakur Holm og lið hansara VK Vestsjællandi í seinnu fjórðingsfinaluni ímóti Ikast KFUM í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri menn.

Fyri nøkrum døgum síðani tapti VK Vestsjælland fyrru fjórðingsfinaluna í Ikast 3-0. Tí høvdu Áslakur og liðfelagið hansara frá Vestsjællandi fyri neyðini at vinna fyri á tann hátt at vinna sær rættin til eina nýggja og avgerðandi fjórðingsfinalu.

Tað eydnaðist ikki. Ikast KFUM vann rættuliga sannførandi 3-0 við settúrslitunum: 25-21, 25-16, 25-19.

Harvið eru Áslakur og Vestsjælland úti av stríðnum um danska meistaraheitið og hava nú bert nakrar dystir eftir fyri at avgerða endaligu plaseringina í donsku kappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo