Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Máliskan er væl kend. Sipað verður til løturnar, tá ið lívið varð livað í fráveru ella tvørrandi nærveru. Tað er møguligt at missa seg sjálvan burtur. Tá ið vit loksins koma afturíaftur, verður mangan sagt: Eg havi funnið meg sjálvan.

Vituligt er, at máliskan er mikið djúpari. Hon nemur bæði farna tíð, nútíðina og ókomnar dagar. Hon nemur øki og fyribrigdi, har menniskjan als einki fær gjørt. Bæði upphavið, ílegur, sosialur arvur og samtíðin eru til staðar, áðrenn menniskjan sær dagsins ljós. Vit verða eins nógv myndað av øðrum, sum vit sjálv ávirka og skapa.

Lesturin fer spakuliga inn á eina etiska hugsan, ið hevur støðið í kristindóminum. Menniskjan livir í einum fjølbroyttum samfelag, har almennar lógir og altjóða viðurskifti mynda bæði kristin, annan átrúnað og tey, ið frásiga sær trúnna. Skilagott er tað teimum kristnu at ásanna, at ikki alt, ið vit siga og gera, er meira kristiligt enn annað. Í tí verðsliga samfelagnum eru vit øll verðslig, um ikki altíð so til tíðir.

Íðan er samfelagið ikki verðsligt? Kann tað hugsast, at tey verðsligu viðurskiftini kunnu vera meiri ella minni gudilig? Hvat sipar Jesus til í bønini, ið hann bað, stutt áðrenn hann fór heimaftur til faðirsins dýrd í himlinum?

”Ikki biði eg (Jesus), at tú (Guð) skalt taka teir (lærusveinarnar) burtur úr heiminum, men at tú skalt varðveita teir frá tí illa.” (Jóhannes 17,15).

At missa seg sjálvan burtur er – andaliga sæð – ein óheppin støða. Um vit ikki greina samleikan í tí trúgv ella fatan, at vit eru skapað í Guðs mynd og kend av honum longu í móðurlívi, ja so tørvar okkum eitt annað festi ella skjal til samleikan.

At finna seg seg sjálvan treytar, at vit kunnu missa okkum burtur. Uttan at fara inn á tann politiska vøllin, so var Karl Marx (1818-1883) ein tann fyrsti at nýta setningin, at vit vórðu gjørd fremmand yvir fyri okkum sjálvum og medmenniskjum okkara.

Menniskjan gjørdist offur fyri sínum egnu avrikum. Vit vórðu virðismett eftir tí, ið vit kundu framleiða og skapa. Menniskjan hevði einki virði í sjálvum sær, men fekk sítt virði í tí, ið varð avrikað. Menniskjan misti í framleiðsluni sítt menniskjansliga virði.

Eftirtíðin hevur staðfest bæði í høgravendum og sosialistiskum samfeløgum, at mannvirðið ikki altíð verður raðfest frammarlaga. Um vit í okkara virkisfýsni og egnu avrikum missa okkum burtur, er støðan heppin, um vit virðismeta næsta okkara.

Tann kristna fatanin er, at hvørt menniskja hevur eitt óendaligt virði, sum ikki ikki er grundað á avrik ella serligan førleika.

At vit prógva okkara mannvirði við avrikum avlagar tilveruna. Vit kunnu missa okkum burtur. Vit seta lívið í veð til tess at verða virðismett. Viðhvørt miseydnast avrikið, og vit tapa íløguna og missa tað veruliga lívið.

Sørin Kirkegaard (1813-1855) lýsir tilveruna, har vit skulu prógva, at vit eru nakað serligt, sum ein glantrileik í maskum. Vit átaka okkum eina rollu, ið gevur tign og varpar ljós á okkum sjálv. Við øðrum orðum verður lívið ein lutaleikur. Prísurin er høgur, tí vit missa samleikan og tann veruliga menniskjansliga samanhangin, sum vit eru ein partur av.

“Veitst tú ikki, at um midnáttina kemur ein løta, tá ið maskan dettur av, og tú veruliga skalt vísa, hvør tú av sonnum ert? Heldur tú, at ein kann sníkja seg burtur  beint áðrenn. Óttast tú ikki, at loksins er tað eingin, ið kann gita tína gátu?” 1)

Úrslitið, ið komið verður til, tá ið vit prógva okkara mannvirði við avrikum, dygdum, og vinningi, er sum frálíður neiligt. Fremmandur yvir fyri sær sjálvum, og tess vegna ókendur av øðrum. At missa seg burtur í egnum dygdum og greina sín samleika í egnum avrikum er sum at vera ferðamaður uttan viðføri og heimstað.

Hin kristna trúgvin fatar og grundar samleika hins einstaka í einum samanhangi, ið er sambandið við skaparan og medmenniskjað. Júst henda greiningin staðfestir virði hins einstaka. Vit eru óendaliga virðismikil. Vit eru skapað í Guðs mynd. Mannvirðið skal ikki prógvast,  – tað er!

Tað virðismikla, ið vit eru, eiga vit at luta við okkara medmenniskju. Samleikin viknar og dettur loksins burtur, um vit sum kristin einans hava egin áhugamál. 

At finna seg sjálvan er at verða funnin av Guði í Jesusi Kristi. Funnin og settur í frælsi at boða øðrum, at tað veruliga lívið er at verða vunnin í fullgjørdu frelsu Jesu Krists.

At finna seg sjálvan er at verða funnin av náði Guðs í Jesusi Kristi uttan gjald ella avrik. Tað er menniskjans samleiki, at vit eru Guðs frá fyrstu løtu sum gitin og skapað alt til síðsta andadrátt og væl eftir tað. Amen.

Orðið: “Tí at tann, ið meg (vísdómin) finnur, finnur lívið og nýtur av Harranum signing.” (Orðtøk Sálomons 8,35).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild:
• “Gud hedder Kristus”, Poul Henning Jørgensen, Lohses Forlag, Fredericia 1972, bls. 81-96.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo