AT GANGA GRÝLA: Fyrr søgdu vit øll “at ganga grýla”. Nú eru summi farin at siga “at ganga grýlu”. Vit ganga sum ein grýla (hvørfall), vit ganga neyvan eina grýlu (hvønnfall).
Orðabókin sigur: “at ganga grýla”, “at ganga langaføsta” og “tá gingið verður grýla”.
Við lýsingarorði brúka vit eisini hvørfall, t.d. “at ganga leysur”, “at ganga fullur” o.s.fr.
Bendingar hava ikki altíð so góðar sømdir nú á døgum, men summi hava lyndi til at benda tað, sum ikki er neyðugt at benda.
AT GRÝLA: Hoyrdi nú ein dagin næming í Skúlanum á Argjahamri siga: Vit fara “at grýla” í kvøld!! Áhugavert! Børn gera onkuntíð nýggj sagnorð.
AT GANGA GRÝLA GRÝLUKVØLD: Forvitnisligt at frætta í Útvarpinum, at tey í onkrari bygd ikki ganga grýla føstulávintsmánakvøld, men grýlukvøld (týskvøld)! Veit onkur meir at siga um hatta?
Við grýlu- ella grýlakvøðu
Eyðun á Borg
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo