Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Uttanfyri er farið at spíra. Vit tosa grønt og handla svart. Men veruleikin hjá borgararunum er meiri litríkur enn so. Tú kanst spyrja, hvat hevur ein nýggjur grótknúsari hjá kommununi at gera við at fleiri fólk í hesum døgum hava verið í Miami fyri at kappast um nøkur marglætisferðamannaskip, sum í summarhálvuni vilja stevna inn í føroyska havn.

Í desembur 2022 samtykti Klaksvíkar býráð eitt mál hjá Heilsunevndini um, “at umhvørvislig atlit skuldi takast við í øll tilmæli og mál hjá kommununi”. Tað eri eg sjálvsagt fegin um. Men tað tykist sum, at nærum alt kann flokkast undir at vera burðardygt í dag, og tá missir hetta vælmeinandi endamálið sín góða týdning.

Nógv arbeiði hevur verið í gerð í Klaksvíkar kommunu hesi seinastu árini. Men vit megna alt ov sjáldan at gera nakað liðugt til tíðina. Gakk tær ein túr í býnum ella hygg út um bøgarðin. Vit eru ikki nóg røkin, alt ov langt er ímillum teir hugnaligu krókarnar, og at planta og gróðurseta trø gongur sera spakuliga. Helst eru mong samd við mær, at vit í Klaksvík politiskt og fyrisitingarliga mangla ein ‘problemknúsara’.

Men ístaðin fyri fylgja góðum ætlanum og loysa teir trupulleikar, sum kommunan hevur at dragast við, so keypir okkara skuldabundna býráð ein grótknúsara og rættvísger “góða keypið” við, at tann stóra fína maskinan skal verða ein umhvørvisligur og búskaparligur fyrimunur fyri Klaksvík.

At gykla fólki, at hetta at knúsa grót er grønur politikkur, er púra burturvið. Serliga um Klaksvíkar kommuna uttan fyrilit heldur fram at fylla út, grópa upp grøn øki ella byrja upp á vegir og asfaltsarbeiði, sum hvørki arbeiðsorka ella peningur er til at liðugtgera. Og at somu mál verða grønt-vaskaði er ein stórur og vaksandi trupulleikin. Tað er rætt og slætt at fara ov vítt.

Spurningurin er, nær gera vit nakað, sum er umhvørvisliga rætt? Svarið er helst, tá ið vit gera sum minst. Men tað er neyvan nakað, sum stendur ovast á listanum hjá nøkrum politikara. Eg veit eisini, at hetta ikki er eitt politiskt mál ella svar, sum hóskar til tíðarandan um, at stórt sæð alt skal vaksa og effektiviserast.

Men...

- At knúsa grót verður ongantíð meiri burðardygt enn ikki at knúsa grót.

- At fylla vágna út verður ongantíð meiri burðardygt enn ikki at fylla vágna út.

Í øllum førum ikki, um man lesur hugtakið burðardygd frá einum umhvørvisligum sjónarhorni. Skulu vit so onki gera? Jú, sjálvandi skulu vit tað. Grótknúsarin kostar 1,5 mió at leasa um árið. Tað er til dømis meiri enn, hvat eitt sunt ábit dagliga hevur kostað kommununi at givið okkara skúlabørnum hetta skúlaárið.

Summi vilja vera við, at grótknúsarin er bíligur, og matarskipanin er dýr. Eg vildi sagt umvent. At hava sunnar borgarar er í øllum førum burðardyggari enn at gera seg inn á lendi og lívmargfeldni . Mær dámar ikki so væl tankan um ein stóran grótknúsara, sum skal spara seg inn aftur við at grava so mest sum møguligt.

Eg meini tað ... Hvussu nógv parkeringspláss skulu vit hava, hvussu stór ídnaðarøki skulu vit gera, og hvussu nógvar havnir skulu vit byggja?.. Og tíma vit ella fyri so vítt amerikonsk ferðafólk ein bý, har alt stendur upp eftir einum enda.

At flúgva til Miami og nýta orku at fáa cruiseskip til Klaksvíkar er heldur ikki meiri burðardygt enn at ganga túrar í nærumhvørvinum og læra býin at kenna. Og hvat er betri enn at práta við tey lokalu og síggja ta góðu loysnina saman. Hvussu Klaksvíksgarðurin kann gerast bilfríur. Hvussu vit gera okkara søguliga vevskúla meiri innbjóðandi. Hvussu vit fáa lív í Bollafabrikkina ella hvat besta hugskotið er í samband við svimjihyljarnar úti í Grøv, bert fyri at nevna okkurt úr rúgvuni.

Eg havi hug at spyrja, hvør rennur ørindi fyri hvønn í Klaksvíkar Býráð. Tað eru neyvan vanligi borgarin, ella tey, sum ynskja ein meiri livandi og vakran bý, sum halda, at hetta er ein góð raðfesting av okkara avmarkaðu skattakrónum. Sjálv má eg enn eina ferð tala at. Bæði innan mentan og ferðavinnu bíða uppgávur eftir okkum, sum áttu at fingið hægri raðfesting enn ein tíðarkrevjandi og dýr kunningarferð til Miami í royndini at lokka nøkur dálkandi ferðamannaskip hendanvegin. Tey flestu okkara vita, at ein vakur og innihaldsríkur býur er góð reklama í sær sjálvum. Og tað er nógv meiri spennandi at búgva á einum livandi staði, sum fólk vilja vitja aftur, heldur enn bara at krossa av eftir nakrar tímar í Norðhavnini: “been there, done that”.

Eg haldi, at stundin er komin til, at vit raðfesta øðrvísi, og at vit hugsa okkum væl um og eru gjøgnumskygd í okkara ætlanum, áðrenn vit fara í holt við at knúsa grót ella gera útfyllingar, og at vit eru meiri beinrakin og týðilig, tá vit meta og handla útfrá, hvørjar umhvørvisligar avleiðingar hetta hevur.

Annika S. Biskopstø
býráðslimur í Klaksvíkar býráð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo