Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Síðstu árini hevur kommunan gjørt íløgur fyri hundraðtals milliónir fyri framhaldandi at menna umstøðurnar hjá bilferðsluni. Nú Húsareynstunnilin verður skotin í gongd er sømiligt at spyrja og ímynda sær, hvussu býurin hevði ment seg, um fíggjarliga raðfestingin varð vend frá hørðu akførunum til grønari og bleytari ferðslumynstur.

Parkeringspláss, vegir, viðlíkahald av vegum, parkeringspláss og fleiri parkeringspláss. Ongin ivi er um, at bilferðslan fær høga raðfesting. Og nú skulu íløgur gerast fyri uppaftur fleiri hundraðtals milliónir, soleiðis at ferðslan í meldurtíðini (sum mær vitandi ongantíð fer upp um 20 minuttir bíðitíð) kann styttast.

Kommunali parturin av íløguni er heilar 215 mió. kr. Hetta svarar til at lata øllum námsfrøðingum og hjálparfólkum á okkara vøggustovum, barnagørðum, frítíðarskúlum og ungdómsklubbum 5000 kr. afturat í løn um árið – í 50 ár. Ella skorið útlátið hjá kommununi – sum er søguliga høgt – niður í at kalla null. Ella bøtt munandi um okkara barnagarðar og bygt fleiri nýggjar.

Eitt spildurnýtt og víðfevnandi net av súkklubreytum og títtari, grønari og betri bussleiðir høvdu kostað nógv. Ja, kanska líka nógv sum nýggi innkomuvegurin og Húsareynstunnilin. Hetta er tó eitt greitt alternativ til dálkandi raðfestingarnar, og hevði umframt at minka munandi um bilferðsluna og dálking, eisini gjørt býin munandi tryggari og hugnaligari at ferðast í.

Fossilu íløgurnar eta tó burtur av ynskjum og visjónum um skynsama og burðardygga býarmenning, at skapa trivnað, og hava reinar áir og reina luft í býnum. Nú er tíðin at raðfesta øðrvísi.

Elsa Berg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo