Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Pláss verður fyri umleið 2.500 áskoðarum til venjingardystirnar hjá A-landsliðnum við monnum móti Íslandi og Liktinstein - Mynd: Hans Erik Danielsen

Pláss verður fyri umleið 2.500 áskoðarum til venjingardystirnar hjá A-landsliðnum við monnum móti Íslandi og Liktinstein - Mynd: Hans Erik Danielsen

Pláss verður fyri umleið 2.500 áskoðarum til venjingardystirnar hjá A-landsliðnum við monnum móti Íslandi og Liktinstein - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Fyri fyrstu ferð í seytjan ár skal A-landsliðið við monnum spæla venjingardystir á heimavølli. Fríggjadagin 4. juni koma íslendingar á vitjan, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 7. juni verður Liktinstein mótstøðuliðið. Báðir dystirnir byrja klokkan 19:45.

Um- og útbyggingin av Tórsvølli hevur gingið væl, og væntandi stendur langsíðan á vestaru síðu liðug til landsdystirnar í juni. Tá verður eisini pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum kring vøllin.

Men vegna koronastøðuna, sleppa bara áleið 2.500 áskoðarar til dystirnar móti Íslandi og Liktinstein.

Atgongumerkjasølan byrjar fríggjadagin 21. mai klokkan 12:00, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin verður 150 og 200 krónur.

Seinast A-landsliðið við monnum spældi venjingardyst í Føroyum var tann 18. august í 2004, tá maltesar vórðu sendir av Svangaskarði við einum 3-2 tapi í viðførinum. Jákup á Borg, Rógvi Jacobsen og Fróði Benjaminsen gjørdu føroysku málini.

Landsliðshópurin til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein verður kunngjørdur á tíðindafundi, sum verður í FSF-húsinum týsdagin 25. mai.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo