Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla í alt sjey HM-undankappingardystir í september, oktober og november mánað – fimm á heimavølli og tveir á útivølli.

Og vónandi verður møguleiki at loyva áskoðarum til dystirnar, tí frá mikudegnum 14. juli klokkan 10:00 verður Landsliðspakkin, ið gevur føroysku landsliðsfjepparunum atgongd til allar fimm heimadystirnar, settur til sølu í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Kostnaður
Bólkur 103-106: 1.000 kr.
Bólkur 107-108: 750 kr.
Bólkur 109-113: 500 kr.

Landsliðspakkin verður seldur við “koronauppseting”, har annað hvørt rað er avlæst. Í alt verða 1.156 Landsliðspakkar settir til sølu.

Sølan av Landsliðspakkum er bert opin fyri føroyskum IP-adressum. Um tað eru føroyskir fjepparar, ið eru staddir uttanlands og tí ikki fáa keypt gjøgnum netsøluna, kunnu hesir seta seg í samband við Fótbóltssamband Føroya umvegis teldupost, fsf(at)fsf.fo

Dystaskráin 2021
1. sept. Føroyar – Ísrael
4. sept. Føroyar – Danmark
7. sept. Føroyar – Moldova
9. okt. Føroyar – Eysturríki
12. okt. Føroyar – Skotland

Allir dystirnir byrja klokkan 19:45.

Hvussu verður við atgongumerkjum til dystirnar á útivølli móti Danmark og Ísrael, sum verða 12. og 15. november, verður kunnað um seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo