FSF: Um ein mánað fer føroyska U21-landsliðið undir eina nýggja EM-undankapping. Hesaferð eru Føroyar í bólki saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra.
Fyrsti dysturin verður á Djúpumýru í Klaksvík fríggjadagin 16. juni klokkan 18:00, tá Andorra kemur á vitjan. Atgongumerkjasølan til dystin er byrjað, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Kostnaðurin er 95 krónur, tó er ókeypis atgongd fyri børn og ung, sum eru 15 ár ella yngri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo