Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Á myndini eru frá vinstru: Bartal Debess, svimjari, Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, Rókur í Jákupsstovu, formaður SSF og Alisa Vestergård, svimjari

SSF: Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya hava í dag endurnýggjað stuðulsavtaluna sínámillum, so at Atlantic framhaldandi er høvuðsstuðul SSF.

Hetta hendi vesturi á flogvøllinum í Vágum, í sambandi við at føroyska svimjilandsliðið kom heim av væleydnaðari ferð til Noregs, har tey hava luttikið á altjóða stevnuni Bergen Swim Festival 2022.

- Vit í SSF fegnast sjálvsagt um longda sáttmálan við Atlantic Airways, ið sum kunnugt hava stuðlað okkum í mong, mong ár, og sum hartil eru hollur stuðul til eisini alt tað praktiska, tá ið tað kemur til flogferðir út í heim. Vit hava meira enn so havt brúk fyri teirra hjálp, tá ið okkurt mátti broytast ella kanska enntá bjargast, og hava vit bara gott at bera okkara tjóðarflogfelagi.

- Nú í 2022 er heilt nógv av skrá, bæði tí at útsettar stevnur fylla kalendaran, og tí at vit sjálvi nú í heyst skulu hýsa eini altjóða meistarastevnu.

- Til dømis hava vit nú í summar bæði HM og EM á skrá, umframt HM og EM fyri juniorar, og NM og EYOF fyri ung, áðrenn vit um mánaðarskiftið september/oktober bjóða eldri svimjarum til Føroya at kappast, á Nordic Open Masters 2022, sigur Rókur í Jákupsstovu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo