

Júst í hesi løtu flýgur eitt flogfar hjá Atlantsflog yvir Afganistan, sambært Flightradar.
Flogfarið hevur verið ein leigutúr í Myanmar, og sambært stjóranum Jóhannu á Bergi, so hevur Atlantsflog gjørt avtalu við eitt franskt felag um fleiri leigutúrar, sum eisini umfata túrar til Eystur-Afrika, sigur stjórin tá VP spyr.
- Hetta leigumálið er fyribils, har talan er um millum annað flutning av arbeiðsfólki, og vit hava eina vón um at leingja leigumálið, sigur Jóhanna á Bergi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo