Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

AUBO: Sanniliga má sigast, at Føroyar eru ríkaðar við dugnaligum listafólkum. List vekjur bæði kenslur og hugflog hjá okkum menniskjum, og oftast lýsur list eisini okkara samleika sum tjóð men ikki minst eisini hvørji vit eru sum menniskju.

Hvat hóskar tí betur enn at fáa tí føroysku náttúruna, ið útheimurin tráar eftir, inn í egið heim. Tí kann sigast, at tað er ein sonn fragd at síggja samanspæli millum listina og náttúruna, ið tekur seg so væl út í køksframsýningini hjá AUBO, ið heldur til í bygninginum hjá KROSSTEIN á Hálsi í Havn.

Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir í arbeiðir sum køksráðgevi og innanduraarkitekt hjá AUBO sigur:

“Køkurin er ta stað í heiminum har vit oftast samlast til gleði og gleim, tí hevur tað eisini týdning at design, hugni og funktionalitetur rigga saman. Áhugin fyri føroyskari list er støðugt veksandi og vit vilja vera við til, at skapa rúm fyri, at okkara dugnaligu listafólk í Føroyum kunnu fáa eitt rúm afturat at vísa sína list fram í”

Tann næsta mánaðin vísur Maria Lützen sína list fram í framsýningini hjá AUBO, ið áður hevur víst sína list fram á Ólavsøku framsýningini, Smiðjuni í Lítluvík, Glarsmiðjuni vm.

Maria hevur málað frá einum ungum aldri, har hon í 70´unum arbeidi nógv við olju og í 80´unum við akryl. Arbeiði við list tók fyrst veruliga dik á seg í 90´unum, tá ið hon fekk høvi til at arbeiða meira við síni list. Sigast kann, at tann føroyska náttúran gongur veruliga aftur í hennara list, men hon málar eisini eftir ynski fyri fólk.

“Fyri okkum ríkar tað ikki bara um okkara framsýning at fáa dugnalig listafólk inn, tað skapar stemning og gevur eina góða heildarmynd fyri okkara kundar, hvussu teirra heim kann koma at síggja út. Fyri okkum er tað umráðandi, at kundin fær ein góða loysn ið tey vera glað fyri nógv ár fram”, endar Gunnbjørg við at siga.

Gjørligt er bæði síggja framsýningina og at ogna sær ein málning hjá AUBO, ið heldur til á Falkavegi 6 í bygninginum hjá KROSSTEIN á Hálsi í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo