Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tá risastóri týski bilframleiðarin skuldi vísa prototypuna til ta nýggju útgávuna, ta sættu í røðini, av Audi Q6 e-tron fram fyri altjóða miðlum, varð gjørt av at føroyska náttúran skuldi vera bakgrundin á myndunum.

Tað verður gjørt nógv burturúr, tá nýggj bilmodell verða almannakunngjørd. So stórt, at tey heilt stóru bilmerkini ofta í smáum avdúka, hvussu nýggju modellini síggja út. Tá tað verður gjørt, verða støðini, sum vera brúkt, ofta eisini serliga útvald til endamálið, og við tí náttúru og góða infrakervi, sum Føroyar hava at bjóða, er einki at siga til, at bilframleiðararnir nú velja at hyggja hendavegin.

Tað var tað, sum týska fyritøkan, Audi, sum er ein av allarstørstu bilframleiðarum í heiminum, bæði yvirhøvur og serliga, tá tað snýr seg um elbilar, gjørdi, tá heimspressan varð boðin inn at royndarkoyra prototypuna til ta nýggju útgávuna av Audi Q6 e-tron, sum er tann stóri elbilurin hjá fyritøkuni.

Hetta gekk alt fyri seg í Føroyum, har Audi hevur verið í sera tøttum samstarvi við Guide to Faroe Islands, sum umframt at vera ein ferðavinnufyritøka, eisini tekur sær av at samskipa stór tiltøk, sum til dømis hetta har Audi valdi Guide to Faroe Islands sum sína umboðsstovu í Føroyum.

Talan er um eina stóra verkætlan, tí umframt tey umleið 60 miðlafólkini, sum eru komin higar úr nógvum ymsum londum, hevur Audi eisini havt umleið 40 fólk í Føroyum í nærum tríggjar vikur, og tey hava koyrt runt og filmnað nýggja elbilin hjá Audi í Vágum, Streymoy og í Eysturoy. Hetta verður alt at síggja í altjóða miðlum í næstum – og ivaleyst í rúma tíð framyvir.

Høgni Reistrup er stjóri í og eigari av Guide to Faroe Islands, og hann er fegin um at vera valdur sum samstarvsfelagi og umboðsstova í einari so stórari verkætlan:

- Hetta hevur verið ein stór verkætlan og ein drúgv tilgongd, tí tað er nógv at fara um. Men júst henda verkætlanin hevur víst, at Føroyar væl og virðiliga eru førar fyri at vera partur av slíkum verkætlanum og stórhendingum, sum hetta er fyri Audi, tí eitt er, at vit hava eina stórsligna náttúru, men vit hava eisini myndugleikar, bæði landsmyndugleikar og kommunalar myndugleikar, sum hava valt at vera aktivir viðspælarar til hetta tiltakið, og tað er orsøkin til, at tað hevur spælt so væl av, sum tað hevur, sigur Høgni Reistrup.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo