
Á myndini verður undirvíst fyri umleið 100 starvsfólkum á lokala universetinum í býnum

Á myndini verður undirvíst fyri umleið 100 starvsfólkum á lokala universetinum í býnum
Intra: Intra hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at selja teirra skipanir uttanlands. Tey hava serliga selt nógv til Grønlands, men hava eisini fleiri danskar fyritøkur, sum brúka teirra skipanir.
Í fjør mentu Intra eina barnagarðsskipan, sum 12 kommunur í Føroyum hava keypt til heili 29 ymsar stovnar. Nú hevur næststørsta kommunan í Grønlandi, Avannata kommuna, keypt 10 loysnir til barnagarðarnar í býnum Ilulissaat. Tey keyptu fyrr í ár loysnina til ein barnagarð, men av tí at royndirnar við henni vóru so góðar, keyptu tey nú 9 loysnir afturat.
Nógv fleiri kommunur hava eisini víst føroysku skipanini ans – bæði innan- og uttanlands.
Á Intra fegnast tey um, at tey kunnu vera við til at útflyta KT-skipanir, tá hetta hevur verið nakað sum fleiri samgongur á rað hava arbeitt fyri og ynskt. Tey takka eisini øllum teimum føroysku kundunum, sum bæði eru við til at gjalda fyri menningina og royndarkoyra skipanirnar, tí uttan at hava ein føroyskan kundaskara fyrst, so er nær um ómøguligt at kunna koma hertil at kunna selja KT-skipanir av landinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo