Svar til fyrispurning nr. 52-005/2023 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um súkklur í Føroyum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu sær landsstýrismaðurin fyri sær, at Føroyar kunnu blíva eitt súkkluvinarligari land?
2. Hvat kostar ein súkklubreyt pr. kilometur framvið landsvegnum?
3. Hvussu kunnu tunlarnir í Føroyum gerast tryggari fyri súkklur?
4. Hvat kostar tað at seta eina “norska súkklukontakt” upp við tunnilsmunnan?
Svar til spurning 1
Umstøðurnar at súkkla á landsvegunum eru sum heild ikki nóg góðar, og tað avmarkar súkklingina í Føroyum. Tó tykist rákið at vera, at fleiri velja at súkkla, og tí er tað umráðandi, at umstøðurnar at súkkla verða betri.
Arbeitt verður við at dagføra Samferðsluætlanina. Sum liður í hesum arbeiði er Landsverk, við arbeiðssetninginum “At ferðast skjótt, trygt og burðardygt í Føroyum”, farið undir at viðgera evnið “Ábær ferðsla”, sum vanliga hevur verið nevnd “bleyt ferðsla”, og sum m.a. fevnir um fólk á súkklu. Her verða m.a. gjørdar nakrar vegleiðingar fyri vegaprofilar við súkklubreytum, ið taka støði í føroyskum fyritreytum. Endaliga arbeiðið við evninum “Ábær ferðsla” verður útgivið á heysti 2023. Hetta verður eitt gott grundarlag hjá politiska myndugleikanum at hava, tá støða skal takast til, hvør loysn er best.
Svar til spurning 2
Sum tilskilað eru fleiri uppskot til vegaprofilar gjørdir til súkkling. Um tað ikki er pláss til ella møguleiki fyri at gera eina súkklubreyt fram við landsvegnum, so er eitt tilmæli frá Landsverki, at allir vegir fáa eina asfalteraða vegøksl á umleið ein metur. Á henda hátt kunnu súkklur tryggari og betri ferðast fram við vegnum, umframt at tað verður tryggari hjá bilferðsluni.
Kostnaðarmetingin fyri at gera eina slíka vegøksl er umleið 1,0 mió. kr. fyri kilometurin. Við í hesi meting er serliga asfaltering, men í fleiri førum er eisini neyðugt at breiðka vegin nakað við gróti, fyri at fáa neyðuga plássið. Ein góð loysn hevði verið, um hetta bleiv gjørt samstundis, sum Landsverk asfalterar ella umvælir vegir.
Svar til spurning 3
Tað eru ikki gjørdar súkklu- ella gonguteigar í tunlunum. Tó er hetta nakað, sum møguliga átti at verði raðfest, tá nýggir tunlar verða gjørdir. Súkklu- og gonguteigar í tunlum høvdu verið við til at gjørt trygdina hjá bæði koyrandi, súkklandi og gangandi munandi betri. Tað eru eisini onnur átøk, sum kunnu vera viðvirkandi til betri trygd hjá súkklandi o.ø. í tunlunum, m.a. at ljósið er gott. Harumframt er ein møguleiki at gera eina ávaringarskipan við einum knøtti, sum súkklarin trýstir á, áðrenn hann fer inn í tunnilin. Tá blinkar ein pera við tunnilsmunnan, so bilførarar vita, at ein súkkla er í tunlinum, og at teir tí mugu vísa varsemi.
Svar til spurning 4
Ávaringarskipanin er lutfalsliga bílig og einkul og kann verða roynd í einum tunli, fyri síðani møguliga at útbyggja skipanina. Landsverk hevur spurt seg fyri hjá einum veitara av slíkum skipanum og hjá eini elinnleggjarafyritøku. Mett verður, at skipanin kostar eini 70 tús. kr. fyri hvønn tunnil, treytað av umstøðunum. Skipanin kann víðkast til at geva onnur boð og ávaringar, men kostar hon tá meira.
Dennis Holm
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo