Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vágs kommuna: Í síðstu viku komu ávísingarskeltir upp í Vági. Talan er um skeltir, sum vísa ferðafólki, hvønn veg tey skulu ganga fyri at koma á varðagøtuna og gongutúraskeltið norðanfyri Vág.

Í fjørsummar komu nýggj bygdaskeltir og kunningarskeltir upp í Vági, sum greiða frá um Vágs bygd og hvat ferðafólk kunnu uppliva og fara til í Vági, bæði av upplivingartilboðum, náttúruperlum og søguligum støðum. Ávísingarskeltini, sum nú eru komin upp, eru liður í skeltingini av Vági. Hesi ávísingarskeltir eru myrk á litið og hava ímyndina av einum persóni, sum hevur ryggsekk á. Á skeltunum eru pílar á, sum vísa ferðafólki, hvar tey skulu ganga fyri at náa varðagøtuna norðanfyri Vág og gongutúraskeltið við viðarlundina, sum kunnar ferðafólk um møguligar gongutúrar.

Farleiðin hjá ávísingarskeltunum byrjar við Miðlatún, har Visit Suðuroy heldur til, og fer so niðan eftir gongugøtuni, sum verður rópt Suez kanalin. Komin á Toftaveg skula ferðafólk ganga niðan eftir Toftabrekku. Í Toftabrekku kunnu ferðafólk velja at fara vestur eftir Fossávegi til gøtuna, sum gongur niðan til Skótahúsið í Geilini. Ferðafólk kunna eisini halda áfram niðan eftir Toftabrekku til tey koma til Geilina og so snara vestur eftir vegnum móti Skótahúsini. Tá ferðafólkini eru komin til skótahúsini, skula hesi krossa brúnna um Hvanndalsá og ganga niðan ímóti viðarlundina. Eitt gongutúraskeltið stendur við viðarlundina, sum vísur veg til varðagøtuna og aðrar møguligar gongutúrar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo