40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

LÍV: Innrásin í Ukraina hevur ávirkað avkastið negativt, men eisini høga inflasjónin, sum viðførir hægri rentur, hevur gjørt, at avkastið higartil í ár er negativt fyri flestu íløgubólkar

Høga inflasjónin hevur verið avbjóðandi í 2022. Fíggjarmarknaðurin væntar hægri rentur, og tað hevur við sær, at bæði parta- og lánsbrævakursir eru lækkaðir, og tað ávirkar avkastið negativt.

Russiska innrásin í Ukraina seinastu vikuna ger, at ótryggleikin á fíggjarmarknaðinum hækkar, og tað er negativt fyri marknaðin. Enn er ov tíðliga at meta um búskaparligu avleiðingarnar, men so hvørt sum politisku revsitiltøkini verða herd, so kann roknast við, at tað ávirkar búskapin negativt.

Pensjónsuppsparingin verður støðlað sum ein langtíðaríløga. Tá talan er um eina langtíðaríløgu, so kann væntast, at tað verða ávís tíðarskeið, har avkastið verður negativt.

Seinastu árini hevur fíggjarmarknaðurin verið gjøgnum eina KT bløðru, fíggjar- og koronukreppu. Hóast avkastið var negativt hesi tíðarskeiðini, so er marknaðurin hækkaður aftur.

Í sambandi við vanlukkuligu støðuna hjá ukrainska fólkinum og at revsitiltøk eru sett í verk, so hevur LÍV tikið avgerð um at selja tær íløgur, sum samtakið hevur gjørt í russisk virðisbrøv, í tann mun tað er møguligt. Íløgurnar hjá LÍV í russisk virðisbrøv svara til umleið 0,3% av samlaðu íløguognunum hjá LÍV samtakinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo