Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú nógv menniskju tosa um at drepa hendan og handan, eru smábørnini eisini tikin við í kjakið, um tey nú skulu sleppa at liva ella ikki.

Vit hava Bíbliuna at halda okkum til, hana sum nógv elska, og sum nógv hata. Eg skal her greiða eitt sindur frá um hvat Bíblian sigur um avleiðingarnar av at drepa.

Fyrst, so sigur eitt av boðunum vit fingu: “Tú mást ikki drepa” (2. Mósebók kapittul 20)

Eisini stendur: “...og tann, ið sigur: “Dári tín!” skal vera sekur til eld Helvitis (Matteus 5)

Nú kann ein og hvør rokna út, um tað er størri illgerð at kalla eitt menniskja “dári” í mun til at drepa eitt menniskja ella eitt fostur.

Tann kvinna ið av eini hvørji orsøk hevur gjørt av, ella hevur gingið við til, at taka sítt egna fostur, má biðja Gud um fyrigeving fyri hesa synd, so sleppast kann undan dóminum.

Sama er galdandi fyri læknar, sum eru við uppá at drepa fostur. Venda teir ikki við, og gevast við hesum, og biðja Gud um fyrigeving, eru eisini teir sekir til eld Helvitis.

Nú eru summi sum halda at tað rætt, ella í ordan, at drepa fostrið um kvinnan er neyðtikin, men Bíblian er púra greið í hesum máli. Tað er tað ikki.

Eitt fostur er og verður eisini sonur ella dóttir kvinnuna, fyri tí um onkur sinnissjúkur hevur útsett hana fyri hesi ræðuligu hending.

Eg veit at fleiri kvinnur, ið hava fingið fosturtøku, hava tað sera ringt sálarliga av hesum, men hetta hoyrir man ikki nógv til, og er hetta nokk heldur ikki so løgið.

Ein kvinna, sum er útsett fyri neyðtøku, er ikki minni verd enn aðrar kvinnur. Hon er líka nógv elskað av Gudi kortini, og sama er fostur hennara.

Í Sálma 139 sigur Dávid við Gud: “Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.”

Ja, heilt frá gitnaði sær Gud menniskja. Ja, enn tá áðrenn gitnað, og er tað nakar sum er høgt í metum hjá Gudi okkara, so eru tað børnini. Eisini fostrini.

Birgir Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo