40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Hóast innflutningurin vaks nógv í 2022, serliga orsakað av øktum innflutningsprísum, so vaks útflutningurin meira, og tí hevði Føroyar eisini í 2022 avlop á handilsjavnanum fyri vørur.

Príshækkingar á útlendskum marknaðunum hava verið til fyrimuns fyri føroyska vøruútflutningin í 2022. Útflutningsvirðið er økt við einum fjórðingi í 2022 vegna øktar prísir á serliga botnfiski og alifiski. Samstundis eru innflutningsprísirnir øktir í 2022, tó ikki líka nógv, sí mynd 1

##med2##

Nærum ein fjórðingur av føroyska vøruútflutninginum fór til Russlands í 2021, og tað lækkaði niður í 8% í 2022, sí mynd 2. Hóast útflutningurin til Russlands er minkaður, var samlaði vøruútflutningurin størri í 2022, enn í 2021.

##med3##

Avlopið á handilsjavnin var 571 mió. kr. 2022  meðan handilsjavnin uttan skip og flogfør var 1.562 mió. kr. Síðani 2010 eru útflutningsinntøkurnar farnar úr 4,4 mia. kr. upp í 12,1 mia. kr. í 2022; ein øking á 175%, sí mynd 3. Hetta hevur ført til eitt støðugt avlop á handilsjavnanum seinastu árini. Árini 2014-2022 hevur avlopið verið góðar 800 mió. kr. í miðal um árið. Høvuðsorsøkin til vaksandi útflutningin seinastu áleið 10 árini, er vaksandi útflutningur av uppsjóvarfiski og størri útflutta nøgd av alifiski saman við prísvøkstri á aldum laksi.

##med4##

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti 2022. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo