

Nógvir skógareldar gera, at tey sum skipa fyri ferðum suðureftir nú avlýsa fleiri ferðir til griksku oynna Rhodos.
Skógareldar hava herjað leingi, og í gjárkvøldið var neyðugt at flyta fleiri fólk burtur við bátum í skundi. Yvir 2.000 fólk vórðu evakuerað og yvir 30 privatir smábátar vórðu brúktir umframt størri skip og bátar hjá bjargingartænastuni á oynni. Ímillum tey sum vórðu flutt burtur vóru eisini 200 normenn.
Í dag væntast hitin at koma upp á 45 stig í Grikkalandi, skrivar Reuters.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo