40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar býráð samtykti í kvøld sáttmála við Articon um heildararbeiðstøku av innkomuvegnum og tunlinum undir Húsareyni. Eftir eykabýráðsfundin varð sáttmálin undirskrivaður.

Býráðið samtykti 27. oktober einmælt at bjóða ráveg og tunnil út sum høvuðsarbeiðstøku. Í hesum sambandi skuldi eisini gerast sáttmáli við ráðgevan um detailprosjektering av vegaverkætlan frá rundkoyringini við Hvítanes til tunnilsmunnan.

Tann 1. desember 2022 varð lisitiatión um arbeiðið at gera tunnil og ráveg. Umsitingin gjøgnumgekk tilboðini, og skotið varð upp, at sáttmáli varð gjørdur við P/F Articon um heildararbeiðstøku at gera vegastrekkið millum rundkoyringina á Hvítanesi og Marknagilsvegin við Dánjalstrøð, íroknað tunnil undir Húsareyni, fyri um 324 miljónir.

Hetta varð samtykt á eykabýraðsfundi í dag.

Eftir býráðsfundin varð avtalan millum Articon og Tórshavnar kommunu undirskrivað. Samstundis varð sáttmáli millum Pf. Eystur- og Sandoyartunlar og Tórshavnar kommunu um vegin frá rundkoyringini á Hvítanesi til innkomuvegin undirskrivaður. Tunnilsfelagið ger henda vegin.

Eisini varð avtalan millum somu partar um keyp av gróti frá Sandoyartunlinum undirskrivað. Tórshavnar kommuna keypir alt grótið, sum liggur á goymslu millum Gomlurætt og Velbastað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo